info
Ongi úrslit

Ruth Vang spyr um boð í húsasølum

Løgtingskvinnan vil hava Jacob Vestergaard at greiða frá, um tað er í samsvari við lógina at lata innkomin boð víðari, tá hús verða seld.

Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 12:44

Ruth Vang, løgtingskvinna, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan § 52a-fyrispurning um siðvenjuna at lata innkomin boð víðari í sambandi við húsasølur.

Í viðmerkingunum vísir Ruth Vang til ein løgfrøðing, sum í vikuni segði í Kringvarpi Føroya, at hon metir, at siðvenjan er í ósamsvari við lógina um keyp og sølu av fastogn. Løgfrøðingurin vísti eisini á, at tað í einari kunngerð kann verða gjørt greitt, at innkomin boð ikki skulu latast víðari.

Ruth Vang spyr, um landsstýrismaðurin er samdur í, at siðvenjan kann vera í ósamsvari við lógina, og um hann er sinnaður at nágreina reglurnar í einari kunngerð.

Løgtingskvinnan vísir eisini á sjónarmiðið, at siðvenjan kann vera við til at trýsta húsaprísirnar upp. Hon knýtir fyrispurningin at stóra bústaðartrotinum, sum samgongan og hinir politisku flokkarnir sambært henni vilja gera nakað við.

Mest lisið hesa vikuna

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

Ken Fagerberg er deyður

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Foreldur fáa lættari atgongd til Kervi+ við Samleikanum

14 minuttir síðan
Tíðindi

Stór útbygging í Kast­rup kann broyta um­støð­ur hjá føroyingum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Send nýskipanarnevndina til hús

1 tími síðan
Lesarabrøv

Matprísirnir hækka ikki bara, tí veðrið broytist!

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar skulu hava ein felags vitlíkisskúla

1 tími síðan
Tíðindi

Samráðingarnar slitnaðar – sem­ings­mað­ur­ boð­sendur

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”

2 tímar síðan
Tíðindi

Lutur datt av lastbili og rakti bil aftanfyri

2 tímar síðan
Tíðindi

Dunga Jákup handaður mánadagin

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar fáa 300 tons meira av toski og svart­kalva í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Bókaframløga – bókin „hetjur“ eftir Maigun Solmunde

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin til blóðroynd í Eysturoy

3 tímar síðan