info
Ongi úrslit

Lønarveitsla í Bodø/Glimt: Venjarin 17,6 milliónir í inntøku

Stóra framgongdin í evropeiskum fótbólti hevur givið bæði felagnum, venjaranum og spælarunum í Bodø/Glimt risastórar inntøkur

– Tað er munur á fastari løn og inntøku, sigur venjarin, Kjetil Knutsen
Vilmund Jacobsen
24. november 2026 kl. 13:45

Tað vísir eitt sonevnt kreditkekk, sum lokalblaðið Avisa Nordland hevur gjørt, og sum norska Tv2 endurgevur.

Tølini geva eina ábending um, hvat fer at standa í skattalistunum fyri 2025, tá teir verða almannakunngjørdir í desember.

Fremst á listanum er høvuðsvenjarin, 58 ára gamli, Kjetil Knutsen.

Hann stendur skrásettur við heili 17,6 milliónum krónum í inntøku í fjør – ein vøkstur á umleið sjey milliónir krónur samanborið við árið fyri.

Eisini spælararnir merkja væl, at felagið hevur spælt seg í hálvfinaluna í Europa League og hevur staðið seg væl í Champions League:

• Patrick Berg: 12,5 milliónir krónur (ein vøkstur á 4,2 milliónir)

• Jens Petter Hauge: 12,1 milliónir krónur

• Odin Bjørtuft: 5,2 milliónir krónur

Í miðal liggur inntøkan hjá byrjunaruppstillingini hjá Bodø/Glimt um 7,6 milliónir krónur fyri hvønn spælara.

Í fjør hevði Bodø/Glimt ein umsetning á stívliga 557 milliónir krónur og eitt avlop á meira enn 139 milliónir, og her er ikki talan um norskar krónur, men danskar.

Kjetil Knutsen vísir á, at talan ikki er um fasta løn, men um stórar bonusavtalur, tá felagið vinnur pening í Evropa.

– Tað er munur á fastari løn og inntøku. Fyri felagið hevur tað stóran týdning, at tá vit tjena pening, skal tað koma spælarunum til góðar gjøgnum sum bonus. Skulu vit vera kappingarførir og halda upp á góðar spælarar, mugu vit eisini vera kappingarførir á lønarøkinum.

Tað sigur Kjetil Knutsen við Tv2.no.

Fótbóltsviðmerkjarin hjá Tv2, Yaw Amankwah, heldur lønirnar vera fult uppibornir og kallar tað eina miðvísa íløgu, sum hevur gjørt, at Bodø/Glimt hevur megnað at hildið fast um lyklaspælarar í fleiri ár - heldur enn at missa teir til útlendsk feløg.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin á telefonini fyri 80 krónur um mánaðin

44 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Psykiatriski depilin flytir deildir oman í H-bygningin

57 minuttir síðan
Tíðindi

Ansa eftir følskum sms-boðum í navninum hjá TAKS

1 tími síðan
Tíðindi

Ljósið 50 ár: Almenn móttøka í Fimi

1 tími síðan
Tíðindi

Ken Fagerberg er deyður

1 tími síðan
Tíðindi

Reisigildi á Listasavni Føroya fríggjadagin

1 tími síðan
Tíðindi

Norsk sjóverja og donsk tyrla venja saman við Føroyar

2 tímar síðan
Tíðindi

Magdalena Andersson gevst við royndini at skipa stjórn

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvat stóð í Sosialinum tann dagin, tú varð føddur?

3 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina og Noreg tosa um verjusamstarv

4 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava borgararnar at vísa á vandamikil vegamót í Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í grasi við røktarheim í Runavík

5 tímar síðan