info
Ongi úrslit

Leki avdúkar ógvuslig russisk mannfall í Ukraina

Umfatandi dátuleki frá russiska hagstovninum Rosstat bendir á, at fleiri enn 700.000 russiskir hermenn eru falnir síðan innrásina í Ukraina í 2022

Vilmund Jacobsen
25. november 2026 kl. 15:14

Hesa søgu bera fleiri útlendskir miðlar, og vit hava hugt eftir, hvat Verdens Gang skrivar um talið av falnum russiskum hermonnum í Ukraina.

Tað eru óheftu russisku netmiðlarnir, sum arbeiða í útlegd, Mediazona og Meduza, sum byrjaðu at gera burturúr hesum.

Miðlarnir siga seg hava funnið slóðir eftir í minsta lagi 490.000 andlátum av russiskum herfólki.

- Men av tí, at nógv andlát verða skrásett mánaðir ella ár ov seint, hava tíðindafólkini saman við BBC brúkt vísindaligar útrokningar til at meta um veruliga talið – íroknað teir hermenn, ið eru saknaðir.

Úrslitið vísir, veit Verdens Gang at siga, at samlaða talið av falnum russiskum hermonnum við endan av september 2026 helst liggur um 720.000.

Av hesum eru 289.136 navngivnir gjøgnum opnar keldur.

Verdens Gang skrivar, at tølini ikki eru váttað endaliga, men norski fregnartænastuserfrøðingurin, Tom Røseth, við norska verjuháskúlan sigur, at metingin upp á 700.000 dripnar væl kann passa.

Harumframt metir hann, at talið á særdum er tvær til tríggjar ferðir so høgt.

Røseth vísir á, at russiska krígsførslan við nógvum fótfolki í álopum elvir til stórt mannfall, samstundis sum dronur nú eru ein avgerandi orsøk.

– Dronur standa fyri 80-90 prosentum av teimum dripnu nú, so tað er sjálvandi ein høvuðsorsøk til stóru tapini á russisku síðuni, sigur Tom Røseth við Verdens Gang.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Sanna áttati í dag

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Biskupur við nýggjari bók

10 minuttir síðan
Tíðindi

Tekningin hjá Vón prýðir jólakortið

1 tími síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í oktober

1 tími síðan
Tíðindi

Marius hevur fingið starv sum møbilsnikkari

2 tímar síðan
Tíðindi

Foreldur fáa lættari atgongd til Kervi+ við Samleikanum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ruth Vang spyr um boð í húsasølum

2 tímar síðan
Tíðindi

Stór útbygging í Kast­rup kann broyta um­støð­ur hjá føroyingum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Send nýskipanarnevndina til hús

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Matprísirnir hækka ikki bara, tí veðrið broytist!

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar skulu hava ein felags vitlíkisskúla

3 tímar síðan
Tíðindi

Samráðingarnar slitnaðar – sem­ings­mað­ur­ boð­sendur

4 tímar síðan
Tíðindi

Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”

4 tímar síðan