info
Ongi úrslit

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í oktober

Samanborið við sama mánað í fjør er hetta óbroytt. Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum enn hjá monnum.

Nanný J. Toftegaard
25. november 2026 kl. 13:30

Hagstovan skrivar at 335 persónar, vóru arbeiðsleysir í oktober. Tað eru níggju fleiri enn sama mánað árið fyri. 

Fulltíðararbeiðsleys eru tey, sum eru arbeiðsleys umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum eru arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í oktober vóru tað 289 fulltíðararbeiðsleys. Tað eru átta fleiri enn í oktober í fjør. 

Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum 

Í oktober vóru 119 kvinnur arbeiðsleysar. Tað eru sjey færri samanborið við sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svarar tað til 97 kvinnur, ið vóru uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Tað er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Samanborið við sama mánað árið fyri er hetta 0,1 prosentstig lægri.

216 menn vóru arbeiðsleysir í oktober, sum eru 16 fleiri enn í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru tað 193 menn, sum er 1,2 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig hægri enn í fjør.

Suðuroyarøkið størst arbeiðsloysið

Í oktober var arbeiðsloysið størst í suðuroyarøkinum við 1,3 prosentum. Hetta er 0,4 prosentstig lægri enn í oktober í fjør. Bústaðarøkið við lægst arbeiðsloysi var í norðoya - og vágaøkjunum við 0,7 prosentum. 

Býtt á aldursbólkar vóru flest arbeiðsleys millum tey 25-34 ára gomlu og 35-44 ára gomlu við ávikavist 1,2 og 1,3 prosentum. Í oktober var minsta arbeiðsloysið hjá teimum yngstu við 0,5 prosentum. Seinasta árið hevur arbeiðsloysið verið minni enn eitt prosent í hesum aldursbólkinum. 

Ellivu prosent hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Størsti bólkur, um 32 prosent ella 106 persónar, hava verið arbeiðsleys millum 30 og 89 dagar. 

Í oktober vóru 37 persónar ella 11 prosent langtíðararbeiðsleys. Tað er, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Hetta er á leið tað sama sum í fjør.


Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tekningin hjá Vón prýðir jólakortið

11 minuttir síðan
Tíðindi

Marius hevur fingið starv sum møbilsnikkari

33 minuttir síðan
Tíðindi

Foreldur fáa lættari atgongd til Kervi+ við Samleikanum

48 minuttir síðan
Tíðindi

Ruth Vang spyr um boð í húsasølum

1 tími síðan
Tíðindi

Stór útbygging í Kast­rup kann broyta um­støð­ur hjá føroyingum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Send nýskipanarnevndina til hús

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Matprísirnir hækka ikki bara, tí veðrið broytist!

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar skulu hava ein felags vitlíkisskúla

2 tímar síðan
Tíðindi

Samráðingarnar slitnaðar – sem­ings­mað­ur­ boð­sendur

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”

3 tímar síðan
Tíðindi

Lutur datt av lastbili og rakti bil aftanfyri

3 tímar síðan
Tíðindi

Dunga Jákup handaður mánadagin

3 tímar síðan