Hetta upplýsir verjin hjá 29 ára gamla Høiby, advokaturin Alexander Greaker, fyri norska Tv2.no.
Advokaturin sigur, at støðan nú er heilt øðrvísi, enn hon var fyri fýra vikum síðan.
- Vit fara ikki at biðja um at fáa hann leyslatnan hesaferð, og tað er vegna gongdina seinastu fýra vikurnar, sigur hann.
Mánadagin í vikuni byrjaði Marius Borg Høiby í starvi sum møbilsnikkari.
Verjin vil ikki siga, hvar hann arbeiðir, tí tey vilja ikki, at fólk skulu leita hann upp á arbeiðsplássinum.
Alexander Greaker leggur afturat, at starvið hevur stóran týdning fyri hansara endurbúgving, og at Høiby sjálvur fegnast um møguleikan.
Marius Borg Høiby hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan hin 2. februar, og síðan í summar hevur hann sitið við fótlenkju heima á Skaugum.
Í juni varð hann í býarrættinum dømdur fýra ára fongsul fyri eitt nú neyðtøku og harðskap í nærsambondum.
Hann hevur kært dómin, og kærumálið byrjar í lagmannsrættinum í Noregi hin 9. februar næsta ár.