info
Ongi úrslit

Hvussu leingi klár­ar før­oyska heilsu­verk­ið seg utt­an veit­ing­ar úr útlondum?

Ein nýggjur arbeiðsbólkur skal kanna, hvussu væl føroyska heilsuverkið er fyrireikað, um vanliga sambandið við útheimin verður órógvað. Millum annað skal tørvurin á heilivági, verndarútgerð og neyðugum veitingum kannast.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 09:31

Hvussu væl er føroyska heilsuverkið fyrireikað, um tað gerst trupult at fáa heilivág, útgerð ella aðrar neyðugar veitingar úr útlondum?

Tað er ein av spurningunum, sum ein nýggjur arbeiðsbólkur nú skal kanna.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sett arbeiðsbólkin, sum skal lýsa føroysku heilsutilbúgvingina og koma við tilmælum um, hvussu hon kann styrkjast.

Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag, sum í stóran mun er bundið at veitingum og tænastum úr útlondum.

Tí er neyðugt at vita, hvussu heilsuverkið er fyrireikað, um vanligar veitingar ella týðandi undirstøðukervi verða órógvað.

Heilivágur og sjúklingaflutningur

Arbeiðsbólkurin skal millum annað kanna verandi tilbúgvingarætlanir, tørvin á heilivági, verndarútgerð og øðrum neyðugum veitingum.

Eisini skal hann lýsa, hvørjir sjúklingabólkar og hvørjar heilsutænastur eru serliga viðbrekin, um ein kreppustøða tekur seg upp.

Ein annar partur av arbeiðinum verður at kanna, hvussu sjúklingaflutningur kann tryggjast, og hvørjar alternativar veitingarloysnir eru møguligar, um vanligu skipanirnar ikki virka.

Harumframt skal ábyrgdarbýtið millum myndugleikarnar kannast, eins og møguligar samstarvsavtalur við onnur lond.

Tilmæli í mai

Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Heilsu- og orkumálaráðið, Heilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Heilsutrygd, kommunulæknarnar, Apoteksverkið og eldraøkið.

Arbeiðið verður skipað við einum stýrisbólki og einum arbeiðsbólki.

Ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal handa landsstýriskvinnuni eina lýsing av støðuni og síni tilmæli 1. mai 2027.

Við arbeiðinum skulu myndugleikarnir fáa betri grundarlag fyri at meta um, hvar føroyska heilsuverkið er væl fyrireikað, og hvar tørvur er á at styrkja tilbúgvingina.

Kelda: Heilsu- og orkumálaráðið, 25. november.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bólkur 5 - Nýggja kunngerðin eigur at bøta um umstøðurnar hjá útróðrinum – ikki gera tær verri

13 minuttir síðan
Tíðindi

Tangaskip sokkið við Ibiza

21 minuttir síðan
Tíðindi

Dagføring: Tríggir sjómenn sjólátnir tá Jökull sakk

39 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin kommunu­lækni í sunn­aru helvt í Suðuroynni

46 minuttir síðan
Tíðindi

Tunnilsstjórin: Sam­an­legg­ing spar­ir í mesta lagi eina hálva millión

1 tími síðan
Tíðindi

Nú fæst aftur øl og vín í Suðurgrønlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta mamman er krýnd Miss Universe

2 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið óbroytt á 0,9 prosentum í oktober

2 tímar síðan
Ítróttur

KÍF kløkkaði Fleyr, sum kom fyri seg og vann

3 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

3 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Barcelona-GOG beinleiðis á TV3

3 tímar síðan
Tíðindi

Jökull fiskaði svartkalva tá ið neyðarkallið varð sent

9 tímar síðan