info
Ongi úrslit

Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági

12. oktober er altjóða giktadagur. Tað er ein dagur, sum minnir okkum á, at gikt ikki bara rakar vaksin – tí børn fáa eisini gikt. Samstundis sum børnini hava gikt, eru tey børn, akkurát sum øll onnur børn. Men tey hava fingið eina ósjónliga, kroniska og ofta pínufulla sjúku, sum ger gerandisdagin øðrvísi.

Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 07:52

Tíðindaskriv:

Títtleikin fyri barnagikt í Føroyum er høgur. Tá eitt barn fær staðfest barnagikt, verður alt lívið hjá familjuni vent á høvdið. Tað er ein stór kollvelting at byrja við heilivági, fylgja við hjáárinum og at hava regluligar vitjanir á sjúkrahúsi. Kanningar, skanningar, prát, eygnalækna‑kanningar, vaccinir og blóðroyndir gerast ein partur av gerandisdegnum.

Gerandisdagurin verður brádliga meira krevjandi. Tí ynskja vit at skapa eitt stað, har familjur sum hava barn við gikt, kunnu møtast, tosa saman og kenna seg minni einsamallar.

Vit hittast í Róðarneystinum í Miðvági, leygardagin 26. september frá klokkan 13.00 til 16.00. Tiltakið er fyri børn og ung, sum hava gikt, og fyri foreldur og systkin. Í róðrarneystinum er pláss at hugna okkum saman, vit fara spæla borðspøl, tað er eisini møguleiki at venja á maskinunum. Um veðrið er gott, fara vit útum at grilla skumfidusar.

Vit bjóða drekkamunn við onkrum afturvið. Tað er góður møguleiki hjá teimum vaksnu at fáa eitt kaffiprát – um gerandisdagin við barnagikt, ella bara um lívið annars.

Endamálið er einfalt: at vit kunnu heilsa uppá hvønn annan. Hvørji eru tit, sum hava barn við gikt? Kom og sig hey – vit gleða okkum at møta tykkum.

Vit síggjast í Róðrarneystinum í Miðvági, leygardagin 26.sept. frá kl. 13.00 til 16.00. Tiltakið er ókeypis.

Gott um tit melda til á Facebook‑eventinum: ”Saman um gerandishetjur. Børn og ung sum hava gikt og tykkara familjur.”

Ella við at venda tykkum til Jonnu Hansen, Tóru Mouritsen ella Olgu Skorastein.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe

15 minuttir síðan
Tíðindi

Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum

1 tími síðan
Tíðindi

Tvey fólk deyð í dronuálopi á valdegi í Russlandi

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð legði upp til mál í javnleiki hjá FC Kyzylzhar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Agatha og Joan hava enn fyrsta stigið til góðar í Íslandi

8 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir megnaðu javnleik móti oddaliðnum

9 tímar síðan
Tíðindi

Trump stovnar serliga AI-eind í USA

9 tímar síðan
Hondbóltur

Annar sigurin á rað hjá Ajax

9 tímar síðan
Tíðindi

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

10 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover Burgdorf er fjórðfremst í Bundesliguni

10 tímar síðan
Tíðindi

Lis heldur fram í Norðstreymi

10 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar eru steypavinnari 2026

11 tímar síðan