Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar eru bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.
Á heimavølli leikti FC Kyzylzhar javnt 1-1 móti Kaisar Kyzylorda.
Jóannes legði í 23. minutti eitt sera gott fríspark inn í brotsteigin, ið ein verjuleikari hjá mótstøðuliðnum kom at stúta í egið net. Sostatt var Jóannes noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Leiðslan helt sær til 85. minutt, tá útiliðið javnaði.
Nú verður gott hjá Jóannes at fáa nakrar vikur saman við landsliðsliðfeløgunum.