Tvey føroyingalið vóru í dag í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Agatha Kjærbæk Djurhuus (myndin), Joan Rúnadóttir Johannesen og liðfelagarnir í KA/Þór hava enn fyrsta stigið til góðar aftaná tríggjar leiktar dystir.
Í dag tapti KA/Þór á útivølli 16-23 (5-10) fyri ÍR.
Í dag lá ikki líka væl fyri við málskjótingini hjá Joan, ið skoraði trý mál upp á 10 málroyndir. Agatha skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.
Inga Maria Roysdóttir skoraði fimm mál upp á átta málroyndir, og legði upp til trý mál, tá Stjarnan á útivølli vann 32-27 (15-14) á Grótta.
Talan er um fyrsta sigurin og stigini hjá Stjörnuni, ið hevur tvey stig fyri tríggjar dystir.