Nógv fólk við føroyskum røtum búgva uttanlands. Hjá summum viknar sambandið við ættina, sum árini ganga. Hjá øðrum verður áhugin fyri upprunanum ein týðandi partur av lívinum.
Ein teirra er Morten Jespersen, nevndur Mortan, sum saman við konu síni, Elin, hevur vitjað aftur í Føroyum. Hann nærkast teimum 80 árunum og hevur lagt stórt arbeiði í at kanna og varðveita søguna hjá føroysku ættini.
Abbi hansara, Laurits Peter Hansen, varð føddur á Eiði í 1891. Lívsleiðin førdi hann á sjógvin, men hann kom ongantíð heim aftur. Eisini brøður hansara doyðu á sjónum, og í greinini verður teirra søga søgd við gomlum myndum og frásagnum úr familjuni.
Lív Mortans hevur eisini ført hann langt út um Danmark og Føroyar. Frá 1989 til 1993 búði hann við familjuni í Zimbabwe, har hann arbeiddi við at fáa viðurskiftini í landinum í rættlag. Tað vóru ár við stórum avbjóðingum í einum samfelag, sum var nógv øðrvísi enn tað, familjan kom úr.
Kortini hava føroysku røturnar havt sítt fasta pláss. Mortan hevur skrivað ættarsøgu, leitað eftir slóðum hjá abbanum og vitjað skyldfólk í Føroyum.
Í Siðsøguni hjá Óla Jacobsen í Sosialinum ber til at lesa alla frásøgnina um Mortan, sjómenninar í ættini og familjubondini, sum framvegis knýta hann til Føroya.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo.