Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf eru fjórðfremst í týsku Bundesliguni við sjey stigum fyri fimm dystir.
Hannover-Burgdorf vann á útivølli 31-29 á SG Bietigheim-Metterzimmern. Í steðginum var Hannover á odda 17-11. Tað gekk meira striltið í seinna hálvleiki, men leiðslan helt.
Vilhelm skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Í morgin klokkan 14 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli móti Bergischer.