Í minsta lagi tvey fólk eru deyð í sambandi við eitt dronuálop á russiska høvuðsstaðin Moskva og økið rundanum. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni AFP.
Álopið er í dag, sum er seinasti dagur, russiskir veljarar kunnu greiða atkvøðu til tjóðartingsvalið. Hetta er fyrsta tjóðartingsvalið, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.
Sergej Sobjanin, borgarstjóri í Moskva, skrivar á Telegram, at álopið eftir hansara tykki var ætlað at órógva valið.
– Hetta álopið var eyðsæð lagt til rættis fyri at órógva valið. Fíggindin hevði ikki eydnuna við sær, skrivar hann.
Sambært borgarstjóranum vórðu fleiri enn 1.600 dronur steðgaðar og skotnar niður. Av teimum skulu 450 hava havt kós móti sjálvum høvuðsstaðnum. Hann upplýsir eisini, at eitt anlegg við eina oljureinsiverksmiðju fekk skaða.
Fleiri enn 400 fólk flutt burtur
Andrej Vorobjov, guvernørur í Moskvaøkinum, skrivar á Telegram, at tey deyðu eru ein 44 ára gomul kvinna og ein eldri maður. Tey skulu vera deyð á tveimum ymiskum støðum.
Hann upplýsir harumframt, at fleiri enn 400 fólk máttu flytast úr einum íbúðarhúsi við 21 hæddum, eftir at ein drona hevði elvt til eld í bygninginum.
Sambært tíðindastovuni Reuters hevur Ukraina ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanirnar um álopini.
Kelda: Ritzau