info
Ongi úrslit

Brøður býta londini ímillum sín – ein tingsess í part

Joen Magnus Rasmussen ætlar sær á Løgting – og Uni Rasmussen á Fólkating

Eirikur Lindenskov
15. mai 2019 kl. 14:44
Uni Rasmussen í Gøtu stillar upp til Fólkatingsvalið fyri Fólkaflokkin. Hesum boðar Fólkaflokkurin frá. Flokkurin skrivar, at brøðurnir Uni og Joen Magnus Rasmussen hava valt at býta uppstillingarnar sínamillum: – Joen Magnus, sum situr á Løgtingi sum vara maður fyri Anniku Olsen, ætlar sær ikki á Fólkating, men vónar at verða valdur á Løgting í august. – Uni hevur stóran áhuga í politikki, fyri donskum og føroyskum, og vil fegin tala søk føroyinga á Fólkatingi, um hann verður valdur, skrivar Fólkaflokkurin. Á facebookvanga sínum skrivar Joen Magnus Rasmussen um beiggja sín: »Hóast Uni gjørdist blindur, sum 21 ára gamal, í ferðsluvanlukku, hevur hann víst ein heilt serligan vilja til, at hetta ikki skal verða ein forðing í dagligdegnum. Hann kundi jú valt at sitið heima og tikið synd í sær sjálvum. Ístaðin hevur hann gjørt slík megnaravrik, sum nærum einsamallur at klæða sær húsini í Gøtu, har meginparturin av arbeiðnum varð gjørt úr stiga. Hann hevur verið uppi á takinum og gjørt viðlíkahaldsarbeiði. Tá vit ein dag fletta 60 seyðir, so tummar hann allar 60. Hann hevur runnið maraton. Hann hevur súkklað úr Klaksvík til Paris við Rynkeby-liðnum. Hetta eru bert nøkur dømi, um ein mann, sum avrikar nógv meir, enn væntast kann av honum. Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur vøddamýkjari, og er stjóri á Hotel Runavík. Eisini er hann býráðslimur í Eysturkommunu. Uni er róligur, siðiligur og passaliga tvørur. Hesin viljin, ella hetta treiskni, eigur at koma væl við á Danatingi. Eg ivist ikki, eg ætli at velja Una, og vóni at fleiri gera tað sama,« skrivar Joen Magnus Rasmussen um beiggja sín.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

16 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

ÍF fær ungan miðvallara úr NSÍ

31 minuttir síðan
Tíðindi

Gera mentanardepil í Vágs Skúla

51 minuttir síðan
Hondbóltur

Viborg sleppur undan Esbjerg og Odense í FINAL FOUR

1 tími síðan
Tíðindi

Fernisering av nýggju uppheingingini av føstu framsýningini

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Skanderborg-Aarhus endaði við svartaperi

1 tími síðan
Tíðindi

Stadig Væk – Tóra Trónd

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli bjargaði tveimum brotskøstum í heimasigri hjá Skövde

2 tímar síðan
Tíðindi

Star Trek og X-men leikari deyður

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Bústaðarneyðin verð­ur ikki loyst við fleiri skattum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Janu vann seg til FINAL FOUR í steypakappingini

2 tímar síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby vann fyrsta sigurin í Allsvenskuni síðani 15. august

3 tímar síðan