info
Ongi úrslit

Fernisering av nýggju uppheingingini av føstu framsýningini

Dagfinn Olsen
29. oktober 2026 kl. 22:35

Føroysk myndlist í nýggjum ljósi á Listasavni Føroya Fríggjadagin 6. november kl. 16-19 bjóðar Listasavn Føroya til fernisering av nýggju uppheingingini av føstu framsýningini.

Á skránni verða røða, tónleikur, ábit og ein stutt rundvísing.

Fasta framsýningin er kjarnin í Listasavni Føroya. Hon vísir eitt úrval úr okkara felags listasavni og er við til at mynda fatanina av føroyskari myndlist og listasøgu. At heingja hana upp av nýggjum er tí eitt stórt og týdningarmikið arbeiði. Tað snýr seg um, hvørji verk fáa pláss, hvussu tey møtast, og hvørjar søgur verða sagdar.

Úr samlingini, ið telur umleið 3.000 listaverk, eru umleið 170 verk vald út og sett í nýggjan samanhang. Framsýningin tekur støði í einari søguligari gongd, har gesturin kann fylgja menningini í føroyskari myndlist frá eldri verkum til samtíðarlist.

Á leiðini møtast eisini verk tvørtur um tíð og ættarlið, so nýggj sambond gerast sjónlig. Ein slík umskipan krevur tíð, umhugsni og nógv arbeiði, og úrslitið fer at mynda upplivingina av savninum í komandi árum. Kend verk fáa nýggjar grannar, og onnur fáa høvi at koma fram í ljósið. Eisini tey, sum kenna savnið væl, kunnu tí vænta sær eina nýggja uppliving.

Nýggja fasta framsýningin er ein inngongd í føroyska myndlist og ein innbjóðing til at steðga á, hyggja nærri og síggja samlingina við nýggjum eygum. Hetta vilja vit fegin hátíðarhalda saman við gestunum. Ferniseringin byrjar kl. 16, tá Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin og heldur røðu um tankarnar aftan fyri nýggju uppheingingina.

Síðani verður tónleikur og ábit.

Kl. 17 verður ein 20 minuttir long rundvísing í framsýningini.

Øll eru hjartaliga vælkomin á Listasavn Føroya fríggjadagin 6. november kl. 16-19, verður sagt í tíðindaskrivi.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

15 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

ÍF fær ungan miðvallara úr NSÍ

6 minuttir síðan
Tíðindi

Gera mentanardepil í Vágs Skúla

26 minuttir síðan
Hondbóltur

Viborg sleppur undan Esbjerg og Odense í FINAL FOUR

36 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: Skanderborg-Aarhus endaði við svartaperi

1 tími síðan
Tíðindi

Stadig Væk – Tóra Trónd

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli bjargaði tveimum brotskøstum í heimasigri hjá Skövde

1 tími síðan
Tíðindi

Star Trek og X-men leikari deyður

1 tími síðan
Lesarabrøv

Bústaðarneyðin verð­ur ikki loyst við fleiri skattum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Janu vann seg til FINAL FOUR í steypakappingini

2 tímar síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby vann fyrsta sigurin í Allsvenskuni síðani 15. august

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan