Tað gongur væl hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og liðfeløgunum í IFK Skövde í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í kvøld vann Skövde triðja dystin á rað. Í fimm dystum á rað hevur Skövde fingið úrtøku, og Pauli hevur enn ikki tapt ein dyst í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Hesaferð gjørdist talan um stórsigur á heimavølli. Í Arena Skövde vann heimaliðið 43-28 á Skånela. Í steðginum var heimaliðið á odda 23-11. Í kvøld megnaði Pauli at bjarga tveimum av fýra brotskøstum hjá útiliðnum.
Malmö er fremst í deildini við 11 stigum. Skövde, Sävehof, Alingsås og Kristianstad hava øll 10 stig.
Leygardagin klokkan 17 spæla Tróndur Mikkelsen, Leivur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona dyst á heimavølli móti Hammarby. Sunnudagin klokkan 15.15 spælir Skövde dyst á útivølli móti oddaliðnum, Malmö.