Dagarnar 28. og 29. desember skulu Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg royna seg í FINAL FOUR í donsku steypakappingini.
FINAL FOUR verður leikt í SJF Bank Arena í Odense.
Lutakast hevur verið til hálvfinalurnar, og hepnið var við Viborg, ið sleppur undan Odense og Esbjerg.
Viborg skal spæla hálvfinalu móti Sønderjyske, og hevur tí ein góðan møguleika at vinna seg í finaluna.