Tóra Trónd er ein nýggj rødd, sum hevur roynt seg bæði innan klassiskan og rútmiskan tónleik. Í summar gav hon út staklagið “Batmobil”, sum varð sera væl móttikið. 16 ára gomul skrivaði Tóra Trónd “Stadig Væk”; eitt lag, sum fangar kensluna av at fáa hjartað brotið fyri fyrstu ferð. Lagið er borið fram av djørvum melodiskum lopum og einum
dreymakendum ljóðheimi. Saman spegla hesir tættir ruðuleikan í huganum hjá einum
hjartasyrgnum tannáringi. “Stadig Væk” kom fyrstu ferð út í 2022, men einans á YouTube. Nú verður lagið tøkt á øllum stroymingartænastum.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osv.).
Lurta her: https://ffm.to/l0pvwvw
Viðvirkandi
Orða- og tónasmið
(orð & lag)
Tónleikarar
(sang, klaver)
Framleiðsla
(framleiðsla, ljóðbland)
(sang upptøkur, ljóðbland)
(frumband)
(perma)
(útgivið)