ÍF boðar frá fyrstu tilgongdini til komandi kappingarár í 1. deild.
ÍF skrivar á facebookvanga sínum:
-Fyrsta tilgongdin til kappingarárið 2027.
ÍF hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Jákup B. Skoradal, sum kemur til felagið úr NSÍ.
Jákup er 19 ára gamal og spælir á miðvøllinum. Hann hevur eisini umboðað Víking í fleiri ár.
Vit gleða okkum at síggja Jákup í reyðum og hvítum.
Vælkomin til ÍF, Jákup! Skrivar ÍF.