Undan triðseinasta umfarinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini høvdu landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagar hansara í Strømsgodset føraratroyggjuna í uppflytingarstríðnum. Men hana hava teir fyribils mist.
Strømsgodset snávaði móti gamla liðnum hjá Hera Hjalt Mohr, Strømmen. Heimaliðið vann dystin 1-0. Sigursmálið var skotið í 73. minutti. Strømsgodset hevði væl fleiri málmøguleikar enn Strømmen, men teir megnaðu ikki at taka av.
Strømgodset hevur 60 stig fyri 28 dystir, og nú er vandi fyri, at Haugesund og Kongsvinger fara at gagnnýta støðuna, og fara framum Strømsgodset aftur.
Strømsgodset hevur fyri stuttum vunnið á heimavølli 5-1 og 5-0 á Haugesund og Kongsvinger, so skjótt vendir í fótbólti.
Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Strømsgodset dyst á heimavølli móti Moss. Strømsgodset endar kappingina á útivølli móti Stabæk. Tann dysturin verður spældur um 14 dagar.
Endar Strømsgodset á triðja plássinum mugu teir spæla dystir um uppflyting til bestu deildina.
Mikudagin klokkan 17 spælir Strømsgodset dyst í norsku steypakappingini. Talan verður um dyst á útivølli móti Molde.