info
Ongi úrslit
Danskir miðlar lýsa komandi avtaluna millum Grønland, Danmark og USA sum ein stóran diplomatiskt sigur fyri Grønland og Danmark. Enn er tó ikki almannakunngjørt, hvat ítøkiliga stendur í avtaluni. Savnsmynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danskir miðlar: Grøn­lands­av­tal­an er ein sig­ur fyri øll onn­ur enn Trump

Fleiri danskir miðlar lýsa komandi avtaluna millum Grønland, Danmark og USA sum ein stóran diplomatiskt sigur fyri Grønland og Danmark. Hinvegin hava teir ilt við at síggja, hvat Donald Trump hevur fingið burtur úr avtaluni.

Eirikur Lindenskov
19. september 2026 kl. 16:44

Komandi Grønlandsavtalan er úrslit av góðum politiskum handverki og ein stórur sigur fyri grønlendskt og danskt diplomati.

Soleiðis ljóðar metingin á oddagreinum í fleiri donskum bløðum í dag, eftir at Donald Trump forseti í gjárkvøldið boðaði frá, at semja er fingin millum USA, Grønland og Danmark.

Avtalan verður væntandi undirskrivað ein av komandi døgunum.

Innihaldið er tó ikki almannakunngjørt enn, og tí verður eisini ávarað móti at draga ov avgjørdar niðurstøður.

Jyllands-Posten hevur ilt við at síggja, hvat tað nýggja í avtaluni er. Blaðið heldur, at hon eftir øllum at døma líkist nógv verandi trygdaravtaluni millum USA og danska ríkið frá 1951.

Blaðið nevnir ta nýggju avtaluna eitt slag av diplomatiskum »loppufundi« úr endurnýtsluni: Eftir eitt langt tíðarskeið við stríði, hóttanum og stórpolitiskum spenningi endar málið møguliga við einari skipan, sum í stóran mun líkist tí, partarnir longu høvdu.

Politiken: Ein risastórur sigur

Politiken er meira avgjørt og lýsir avtaluna sum ein risastóran sigur fyri bæði Danmark og Grønland.

Men blaðið ávarar samstundis móti at fegnast ov tíðliga.

Orðingin í avtaluni er ikki almenn enn, og Politiken vísir á, at tá Donald Trump er annar av pørtunum, er orsøk til at bíða, til avtalan veruliga er undirskrivað.

Kortini heldur blaðið, at nógv bendir á, at kreppan um Grønland er av á hesum sinni.

Kristeligt Dagblad er eisini varið. Blaðið heldur, at tað nú sær út til, at Grønland og Danmark kunnu fáa frið, men spurningurin er, hvussu Trump fer at tulka avtaluna, tá hon verður løgd fram.

Blaðið vísir eisini á, at ein avtala kann geva Trump ein politiskan vinning undan amerikanska miðskeiðsvalinum.

Tað avgerandi fyri hinar partarnar verður sambært blaðnum, um Trump heldur seg til avtaluna og ikki seinni krevur broytingar ella leggur annað í hana, enn tað sum stendur í henni.

Enn vita vit ikki, hvat stendur í avtaluni

Donald Trump segði fríggjakvøldið, at avtalan fer at geva USA »permanent control over security« – varandi eftirlit við trygdini – í Grønlandi.

Frá danskari og grønlendskari síðu eru ítøkiligu ásetingarnar í avtaluni enn ikki almannakunngjørdar.

Grønland, Danmark og USA vænta at undirskriva avtaluna í næstu viku í sambandi við ST-aðalfundin.

NATO hevur leygardagin eisini tikið væl ímóti boðunum um avtaluna og sigur, at hon fer at styrkja trygd, støðufesti og samstarv í Arktis og Norðuratlantshavinum.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

22 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: HB - AB 4-1 (2-0)

11 minuttir síðan
Tíðindi

1.530.000 krónur til børn við hættisligum sjúkum

21 minuttir síðan
Fótbóltur

Vágamenn reistu seg úr øskuni

24 minuttir síðan
Tíðindi

Annfinn Brekkstein: Góða eydnu við byggingini av nýggju kirkjuni

37 minuttir síðan
Tíðindi

VIDEO: Tey trý loystu fyrstu fløgini til nýggju kirkjuna

1 tími síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík er aftur omanfyri strikuna

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

So er fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

Áheitan um at strika myndir av vanlukkustaði

4 tímar síðan
Tíðindi

FMA flytur til Rúnavíkar

4 tímar síðan
Tíðindi

NATO fegnast um Grøn­lands­av­talu: Fer at styrkja trygdina í Arktis

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri – partur av miðbýnum stongdur í 6–8 vikur.

4 tímar síðan