Í ár tók Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata, ímóti kekkinum við stóru upphæddini vegna allar felagsskapirnar, sum fáa stuðul frá Team Rynkeby. Umframt Sinnisbata fáa Krabbameinsfelagið, Hjartabarnið, Cystisk fibrosufelagið, Berin, Autismufelagið, ADHD-felagið og danska Børnecancerfonden stuðul frá grunninum hjá Team Rynkeby.
Á skránni til kekkhandanina vóru røður frá Gunnari Christiansen, sum umboðaði luttakararnar í 2026, Elmari Ósá, landastjóra og Gunnhild Persson, sum so væl lýsti arbeiðið hjá Sinnisbata, og týdningin av stuðlinum frá Team Rynkeby. Eisini var avbera vakur og rørandi tónleikur frá Erlu Leonsson og Janusi Kampmann at hoyra. Jón Brian Hvidtfeldt var frásøgumaður. Kaffi, kaka og gott prát vóru sjálvsagt eisini partur av løtuni.
Team Rynkeby takkar øllum - fyritøkum, kommunum, skúlum og dagstovnum –, sum sum hava stuðlað innsavningini og øllum arbeiðnum farna árið. Peningurin ger stóran mun hjá teimum børnum, familjum og felagsskapum, sum fáa stuðul.
Eisini ein tøkk til Eysturskúlan, sum aftur í ár hýsti kekkhandanini.
Team Rynkeby Føroyar
Myndir: Tórvør Ø. Vang & Einar Vang