info
Ongi úrslit

FC Hoyvík er aftur omanfyri strikuna

1. DEILD: Javnleikurin í Trongisvági ber við sær, at nú er HB aftur undir strikuni

Jóannes Hansen
19. september 2026 kl. 15:58

Tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið TB tíðliga seinnapartin í Trongisvági hevði vitjan av FC Hoyvík.

Í gjárkvøldið vað FC Hoyvík trýst undir niðurflytingarstrikuna, tá ið HB fram ímóti dystarenda javnaði til 1-1 í Fuglafirði.

Fyri møguleikan hjá FC Hoyvík at sleppa undan at flyta niður, var tað sera týdningarmikið, at tað á útivølli í Fuglafirði eydnaðist at vinna 2-1.

Í dag var FC Hoyvík í Trongisvági, og enn einaferð eydnaðist tað at vinna stig á útivølli. Tað kemur væl við, men einki er at siga til tað, um teir í FC Hoyvík iðra seg um, at øll stigini ikki eru við á ferðini um Suðuroyarfjørð. Serliga síðstu løtuna vóru gestirnir nógv í álopsstøðu. Teir vunnu fleiri hornaspørk, og teir spældu seg til góðan málmøguleikar, uttan a tað eydnaðist at skora.

Hetta var triði dysturin á rað hjá TB uttan sigur. Eftir 3-2 tap á heimavølli ímóti Víkingi endaði tað 4-4, tá ið TB var í Gundadali og spældi ímóti HB.

TB er á fimta plássi við 31 stigum. Tað eru seks stig fram til ÍF, sum leygardagin 10. oktober í Fløtugerði í Fuglafirði verður mótstøðuliðið hjá TB.

Leygardagin 10. oktober fær fC Hoyvík vitjan av Víkingi.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

21 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

VIDEO: Tey trý loystu fyrstu fløgini til nýggju kirkjuna

15 minuttir síðan
Tíðindi

Danskir miðlar: Grøn­lands­av­tal­an er ein sig­ur fyri øll onn­ur enn Trump

20 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

So er fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

Áheitan um at strika myndir av vanlukkustaði

3 tímar síðan
Tíðindi

FMA flytur til Rúnavíkar

3 tímar síðan
Tíðindi

NATO fegnast um Grøn­lands­av­talu: Fer at styrkja trygdina í Arktis

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri – partur av miðbýnum stongdur í 6–8 vikur.

3 tímar síðan
Tíðindi

Fáfongd og feigd

4 tímar síðan
Tíðindi

Marius í Løkshøll - nýtt er ávegis og vit fingu ein forsmakk!

4 tímar síðan
Tíðindi

Løkke: Næsta vika kann ger­ast góð fyri Grøn­land, Dan­mark og USA

6 tímar síðan
Tíðindi

Skrædl

7 tímar síðan