info
Ongi úrslit

Vágamenn reistu seg úr øskuni

Hóast skammlop, tá ið hálvur tími var farin, sum bar við sær, at heimaliðið var frammanfyri 3-0, so megnaði 07 Vestur at vinna eitt stig

Jóannes Hansen
19. september 2026 kl. 17:27

Vágamenn eru á veg úr Sarpugerði við einum stigi. Hvussu stóran mun tað fer at gera í kappingini fyri at sleppa undan niðurflyting fer tíðin at vísa. Tað eru fýra stig fram til Skála ÍF, sum er á áttanda plássi, nú tað resta trý umfør.

Eitt stig er væl betri úrtøka, enn tað eina løtu sá út til, at tað fór at enda við, tí í fýra minuttir, tá ið ein hálvur tími var farin, skoraði Víkingur trý mál. Í hesi lítlu løtuni var Jørgen Nielsen óheppin, tá ið hann eftir innlegg úr høgru var væl hægstur og drønstútaði bólin, sum brast í stólpan.

Talan var um skammlop hjá vágamonnum, sum eftir lítlari løtu í hornasparksstøðum vóru óansnir, so Arnbjørn Svensson og Jørgen Nielsen kundu leggja Víking framum 2-0. Og tá ið so mistak í uppspælinum bar við sær, at Rani Hansen, sum átti uppleggið til 2-0 málið, økti til 3-0, sá tað út til, at víkingarnir fóru at senda gestirnar vestur við stórum sekki.

So var tað tveir minuttir undan steðginum og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at gestirnir fingu um endan og undir hvíldini tevjaðu blóð. Í fyrra førinum var tað Elvar Gudmundsen, sum eftir innlegg úr høgru frá Paulo Vitor Da Silva og við høvdinum sendi bóltin í málið, og so var tað miðverjin Jónas Prior, sum eftir gjøgnumbrot og innlegg úr vinstru frá Jasper Van Der Heyden og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið í bestu deildini hjá 20 ára gamla Elvar Gudmundsen, og hetta var aðru ferð, at Jónas Prior var málskjútti í Meistaradeildini.

Og sjey minuttir eftir steðgin var støðan 3-3. Miðverjin Eiler Fróðason knallaði til við frísparki úr 24 metrum, og bólturin streyk eftir vøllinum og framvið manngarðinum og eisini framvið landsliðsmálverjanum Bárði á Reynatrøð.

Eina løtu kendist tað sum um, at 07 Vestur við stórum áræði var omaná og arbeiddi fyri at vinna týdningarmikla sigursmálið, meðan heimamenninir høvdu mist seg sjálvan burtur. Men so fótaði Víkingur sær, og í fleiri førum vóru teir um reppið at skora. Eitt nú hevði Rani Hansen í tveimum førum góðan møguleika, tá ið hann varð spældur leysur innanfyri 07 Vestur verjuna.

Sunnudagin 11. oktober fer Víkingur at spæla á Toftum, og leygardagin 10. oktober fær 07 Vestur vitjan av EB/Streymi.  

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

22 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

– Býráðið segði: Byggið eina kirkju her

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Nú sær tað øgiliga svart út hjá B68

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: HB - AB 4-1 (2-0)

32 minuttir síðan
Tíðindi

1.530.000 krónur til børn við hættisligum sjúkum

42 minuttir síðan
Tíðindi

Annfinn Brekkstein: Góða eydnu við byggingini av nýggju kirkjuni

58 minuttir síðan
Tíðindi

VIDEO: Tey trý loystu fyrstu fløgini til nýggju kirkjuna

1 tími síðan
Tíðindi

Danskir miðlar: Grøn­lands­av­tal­an er ein sig­ur fyri øll onn­ur enn Trump

1 tími síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík er aftur omanfyri strikuna

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

So er fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

3 tímar síðan
Tíðindi

Áheitan um at strika myndir av vanlukkustaði

4 tímar síðan
Tíðindi

FMA flytur til Rúnavíkar

4 tímar síðan