info
Ongi úrslit

VIDEO: Tey trý loystu fyrstu fløgini til nýggju kirkjuna

Tað vóru trý av teimum eldru og trúføstu kirkjufólkunum á Argjum, sum fingu heiðurin at loysa fyrstu fløgini, tá byggingin av nýggju kirkjuni varð sett í gongd í dag.

Eirikur Lindenskov
19. september 2026 kl. 16:49

Rigmor Andreassen, Henning Mortensen og Vilhelmina Johannesen loystu fyrstu fløgini undir hátíðarløtuni á Argjum seinnapartin.

Rigmor Andreassen er 99 ára gomul og elsta fólk á Argjum. Hon var eisini fyrsta kvinnan, sum sat í Argja kirkjuráði.

Henning Mortensen er ein av teimum fáu, sum enn eru á lívi av teimum, ið vóru við til at byggja verandi kirkju og missiónshúsið á Argjum. Arbeiðið varð tá gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.

Vilhelmina Johannesen hevur eisini sitið í kirkjuráðnum og hevur í nógv ár verið ein av trúføstu kirkjugangarunum á Argjum. Hon hevur eisini lisið søgur fyri børnunum í sunnudagsskúlanum.

Fróði Olsen, kirkjuráðsformaður, segði, at tað var kirkjuráðnum ein stórur heiður, at júst hesi trý vildu loysa fyrstu fløgini.

Síggj løtuna í videobrotinum omanfyri.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

22 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: HB - AB 4-1 (2-0)

8 minuttir síðan
Tíðindi

1.530.000 krónur til børn við hættisligum sjúkum

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Vágamenn reistu seg úr øskuni

21 minuttir síðan
Tíðindi

Annfinn Brekkstein: Góða eydnu við byggingini av nýggju kirkjuni

34 minuttir síðan
Tíðindi

Danskir miðlar: Grøn­lands­av­tal­an er ein sig­ur fyri øll onn­ur enn Trump

1 tími síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík er aftur omanfyri strikuna

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

So er fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

Áheitan um at strika myndir av vanlukkustaði

4 tímar síðan
Tíðindi

FMA flytur til Rúnavíkar

4 tímar síðan
Tíðindi

NATO fegnast um Grøn­lands­av­talu: Fer at styrkja trygdina í Arktis

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri – partur av miðbýnum stongdur í 6–8 vikur.

4 tímar síðan