info
Ongi úrslit

Drona funnin nærindis pólskum frítíðarbýi

- Fyribils metingar benda á, at hetta er ein hernaðardrona við russiskum uppruna, sigur pólski verjumálaráðharrin

Pólski verjumálaráðharrin, Władysław Kosiniak-Kamysz
Vilmund Jacobsen
14. september 2026 kl. 15:45

Pólska verjan hevur tikið eina russiska dronu upp úr Eystursjónum - ikki langt frá pólsku strondini.

Dronan varð funnin nær frítíðarbýnum - ella baðibýnum - Rusinowo í útnyrðingspartinum av Póllandi.

- Fyribils metingar benda á, at hetta er ein hernaðardrona við russiskum uppruna, skrivar pólski verjumálaráðharrin, Władysław Kosiniak-Kamysz, á X, fyrrverandi Twitter.

Eitt talsfólk hjá pólsku verjuni upplýsir, at talan helst er um eina dronu av slagnum, Gerbera.

Eftir sum pólska loftverjan ikki hevur skrásett brot á pólskt loftrúm síðan hin 30. juli, kann tað hugsast, at dronan er komin úr altjóða sjógvi og inn í pólskan sjógv.

Serfrøðingar kanna nú, um spreingievni eru í dronuni.

Pólland, sum kennur seg hótt av Russlandi, er limur bæði í ES og verjusamgonguni, Nato, og er ein týdningarmikil sameindur hjá Ukraina.

Sunnudagin varð eitt ferðafólkatok, sum var á veg úr Kyiv í Ukraina til Warszawa í Póllandi, rakt í russiskum dronuálopi - beint við markið til Póllands.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

8 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Sjey stig til AB og eitt stig til B68

15 minuttir síðan
Tíðindi

Trump: Einasta trygd móti vitlíki er ein klókur forseti

47 minuttir síðan
Tíðindi

Festari kann krevja gjald fyri at­gongd inn­an­garðs

57 minuttir síðan
Fótbóltur

Mattias Hellisdal: Ikki heilt gingið upp fyri mær enn

1 tími síðan
Tíðindi

Norskt vaktarskip á Skálafirði

1 tími síðan
Fótbóltur

Tveir sigrar til KÍ og ein sigur til 07 Vestur

2 tímar síðan
Tíðindi

Russar vilja spjaða og ræða

2 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna Felagið 75 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja styrkja samskiftið við lokala vinnulívið

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ótrúliga langskotsmálið hjá Geza er millum fimm tey bestu

3 tímar síðan
Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

3 tímar síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

3 tímar síðan