Leygardagin 10. oktober, verður stovningardagurin hildin í Sjónleikarahúsinum.
Norrønafelagið skrivar, at skráðin verður henda:
Orðstýrari verður Birgir Kruse, sum er fyriverandi formaður og skrivari hjá Norrøna Felagnum.
Torbjörn Nyström, formaður fyri Norrøna Felagnum innleiðir, og Bárður á Lækjuni, mentamálaráðiharri sigur nøkur orð.
Tveir norðurlendskir bókmentavirðislønarvinnarar: Rói Patursson og Vónbjørt Vang lesa tvær yrkingar í part.
Tórshavnar Mannskór syngur fýra norðurlendskar sangir.
Martin Næs, stýrislimur í Norrøna Felagnum greðir frá um stovnina av felagnum og stovnaran Heðin Brú.
Rithøvundaprát. Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum prátar við íslendsku rithøvundarnar Einar Már Guðmundsson og Þórarinn Eldjárn.
Tórshavnar Mannskór syngur fýra norðurlendskar sangir.
Torbjörn Nyström, formaður í Norrøna Felagnum endar hátíðina.
Aftaná verður okkurt lætt etandi og drekkandi at fáa.
Tiltakið er ókeypis og alment, men tað er neyðugt við tilmelding á [email protected]