info
Ongi úrslit

Søguligur bardagi millum ómannaðar sjódronur

Ein ukrainsk sjódrona hevur søkt ein ómannaðan russiskan bát, og í Ukraina verður sagt, at hetta er fyrsti bardagi nakrantíð millum tvær ómannaðar sjódronur

Vilmund Jacobsen
13. september 2026 kl. 21:09

Ukrainski herflotin hevur deilt eina videoupptøku sum skal vísa ukrainska álopið á russisku sjódronuna.

Í Ukraina verður sagt, at upptøkan vísir ein søguligan sjóbardaga.

Ukrainsku upptøkurnar vísa skjóting og oyðilegging av einum lítlum ómannaður fari, men upptøkurnar eru ikki staðfestar sum verulgar av óheftum keldum, vita útlendskir miðlar at siga.

Ukrainska sjódronan - ein Sargan-3000 - er útgjørd við fjarstýrdu vápnaskipanini, Protector RWS, sum er ment av Kongsberg í Noregi.

Í ukransku upptøkuni verður skotið úr sjódronuni eftir ómannaðu russisku sjódronuni.

Sagt verður, at bæði Ukraina og Russland seinastu mánaðirnar hava brúkt ómannaðar bátar í krígnum, eitt sjódronur við spreingiløðingum, sum kunnu leypa á skip.

Eisini hava londini brúkt sjódronur, sum eru útgjørdar við maskinbyrsum ella rakettum.

- Ukraina hevur eisini sagt, at landið hevur ein flota, sum kann flyta stuttberandi dronur til økir nærindis russisku stondini., veit www.tv2.no at siga.

Á leinkjuni her niðanfyri, sum Ukraina hevur deilt, sæst álopið -

https://www.tv2.no/video/nyheter/ukraina-hevder-video-viser-historisk-droneduell/20359150?playlist=NtpszMOiTW

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

23 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: AB - B68

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Skálamenn eru eitt stig longri frá botninum

30 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti samanlagt við níggju málum

36 minuttir síðan
Tíðindi

Valdrama í Svø­ríki: Bert ein ting­sess­ur á muni

43 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ - Víkingur

45 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kanst tú leiga bil tín til ferðafólk

54 minuttir síðan
Fótbóltur

Toftamenn liva framvegis í vónini

57 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: EB/Streymur - B36

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti samanlagt við 11 málum

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ heldur tørn um oddasessin

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fróði fekk fulla úrtøku í fyrstu royndini

2 tímar síðan
Tíðindi

Exit-poll: Andstøðan er á odda í Svøríki

2 tímar síðan