Uttangarðs kann ikki krevjast gjald bara fyri atgongdin.
Ein festari av landsjørð fær ikki bara rætt til at reka landbúnaðarvinnu á festinum. Festibrævið gevur honum eisini einkarætt til aðra vinnu, sum verður rikin har.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmann, sum hevur spurt um markið millum ræðisrættin hjá festarum og onnur samfelagslig áhugamál.
Rættindini hjá festaranum eru tó avmarkað av aðrari lóggávu. Tað kann eitt nú vera lóggáva um náttúruvernd, fuglaveiðu, haruveiðu, burðardygga ferðavinnu og friðan av fornminnum og bygningum.
Festarin hevur ábyrgdina
Sambært landbúnaðarlóggávuni verður festarin roknaður sum eigari og hevur ábyrgd av tí, sum er knýtt at festinum.
Hetta fevnir fyrst og fremst um húsdjór, lendi og bygningar. Men søguligir bygningar, toftir og onnur mentanarvirði kunnu eisini vera á einum festi.
Festarin hevur ábyrgd av slíkum bygningum, toftum og mentanararvi. Ræðisrætturin hjá festaranum er tó ikki óavmarkaður, tí hann skal halda lóggávuna um eitt nú friðan av fornminnum og bygningum.
Frítt at fara uttangarðs
Tá talan er um lendi uttangarðs, hava føroyingar og ferðafólk undir ávísum treytum frítt at fara. Hetta er ásett í girðingarlógini og ferðavinnulógini.
– Tað er sostatt sambært galdandi lóg ikki loyvt at krevja gjald fyri atgongd at lendi einsamans, sigur Jacob Vestergaard.
Skal gjald krevjast, má ferðafólkið fáa eina tænastu afturfyri.
Øðrvísi innangarðs
Fyri lendi innangarðs er støðan ein onnur. Sambært girðingarlógini kann eingin vera á lendi innangarðs uttan loyvi frá festaranum.
Heldur ikki hesin rætturin er óavmarkaður. Onnur lóggáva kann avmarka møguleikan hjá festaranum at nokta ella regulera atgongd.
Jacob Vestergaard sigur, at tað ikki er greinað, um rætturin at avmarka atgongd eisini beinleiðis gevur festaranum rætt at taka gjald.
Hansara fatan er kortini, at festarin eftir vanligum privatrættarligum og avtalurættarligum reglum kann krevja gjald fyri atgongd til lendi innangarðs.
Hetta kann eisini fevna um atgongd til søguligar bygningar, toftir og onnur mentanar- og náttúruvirði, sum eru á festinum.