USA hevur longu nóg nógvar trygdarskipanir, tá ið talan er um at regulera vitlíki.
Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at leiðarar í tøknivinnuni hava borið fram stúranir um menningina. Tað skrivar Reuters.
– Einasta eftirlitið ella teir einastu „trygdarventilarnir“, sum eru neyðugir, eru ein sterkur og klókur forseti, og tað hevur USA ríkiligt av, skrivar Donald Trump sambært tíðindastovuni á Truth Social.
Hann leggur afturat, at Kina kann fáa fyrimun av ivanum, sum í løtuni verður sáddur um menningina av vitlíki.
/Ritzau/