info
Ongi úrslit

– Eg havi brølandi ADHD – hjálpin má koma fyrr

– Vit eiga at lurta eftir teimum, sum kenna avleiðingarnar á egnum kroppi. Rættstundis útgreining skal føra til rættstundis hjálp, sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHDfelagnum

Eirikur Lindenskov
2. november 2026 kl. 13:17

ADHDfelagið: Tilmælini eru skrivað – nær kemur hjálpin?

ADHDfelagið hevur nærum 900 limir og heitir nú á landsstýrið um at seta ferð á tilmælini í rúsevnisætlanini.

Altjóða gransking vísir eitt týðiligt samband millum ADHD og rúsevnistrupulleikar. Fleiri stórar kanningar vísa eisini, at heilivágsviðgerð fyri ADHD er knýtt at færri rúsevnistengdum trupulleikum.

Føroysku royndirnar vísa sama tørv á hjálp: Sambært Blákrossheiminum høvdu 26 prosent av teimum, sum leitaðu sær viðgerð í 2021, eina ADHD-diagnosu ella fingu hana undir viðgerðini.

ADHDfelagið vil hava skjótari atgongd til útgreining og stuðul, sterkari samstarv millum psykiatriina og rúsevnisviðgerðarstovnarnar og tryggari uppfylging hjá fólki við staðfestum ADHD.

– ADHD er ikki frágreiðingin um alla misnýtslu. Men vit vita nóg mikið til at taka sambandið í álvara. Fólk við bæði ADHD og rúsevnistrupulleikum skulu ikki sjálv bera ábyrgdina av at fáa viðgerðarskipanirnar at arbeiða saman, sigur Bjørg Dam.

Í greinini „Eg havi brølandi ADHD“ – hjálpin má koma fyrr lýsir felagið eisini, hvussu langa bíðitíðin kann gera viðgerðina meira sundurskilda, tá fólk leita sær hjálp uttanlands.

Íkast til kjakið um rúsevnismisnýtslu:

Altjóða gransking og føroyskar royndir vísa eitt týðiligt samband millum ADHD og rúsevnistrupulleikar. ADHDfelagið heitir á landsstýrið um at raðfesta rættstundis útgreining og hjálp, seta ferð á tilmælini í rúsevnisætlanini og styrkja samstarvið millum psykiatriina og viðgerðarstovnarnar.

»Eg havi brølandi ADHD.« Soleiðis sigur Leivur í dokumentarinum hjá KVF, Leivur vil liva.

Sendingin hevur sett neyðugt ljós á lívið við rúsevnismisnýtslu og á trupulleikarnar við at fáa hjálp, tá tørvurin er størstur.

Í Breddanum hjá KVF 29. oktober legði Jana Maria McKay, sum sjálv hevur royndir við rúsevnismisnýtslu, eisini dent á rættstundis útgreining sum fyribyrging.

Fleiri av okkara limum hava stríðst við misnýtslu og hava alment víst á, hvussu ADHD viðgerðin hevur hjálpt undirliggjandi orsøkina til misnýtsluna.

Vit eiga at lurta eftir teimum, sum kenna avleiðingarnar á egnum kroppi. Teirra royndir geva okkum eina týðandi áminning um at hjálpa fyrr.

Rættstundis útgreining er fyribyrging

Altjóða gransking vísir, at óviðgjørt ADHD er munandi vanligari millum fólk við rúsevnistrupulleikum enn í fólkinum sum heild. 
Fleiri stórar kanningar vísa eisini, at røtt heilivágsviðgerð fyri ADHD er knýtt at færri rúsevnistongdum trupulleikum. Tað merkir, at tess fyrr fólk verða útgreind og viðgjørd, tess minni er vandin fyri misnýtslu.

ADHD er ikki frágreiðingin um alla misnýtslu, og vit kunnu ikki siga, hvussu lívið hjá einum einstøkum persóni hevði verið við aðrari hjálp. Men vit vita nóg mikið til at taka sambandið í álvara og raðfesta rættstundis útgreining og viðgerð.

Tí vilja vit í ADHDfelagnum fyrst og fremst arbeiða fyri fyribyrging.

Fólk skulu fáa hjálp at skilja og handfara sítt ADHD, áðrenn avbjóðingarnar vaksa seg størri. Útgreiningin má føra til viðgerð, vegleiðing og stuðul, sum hóskar til tørvin hjá tí einstaka.

ADHD-heilivágur eitt paradoks


Tað kann tykjast sum eitt paradoks, at ADHD-heilivágur, sum kann misnýtast, eisini kann vera við til at fyribyrgja sjálvmedisinering við rúsevnum. Men munurin liggur í rættari viðgerð við læknaligum eftirliti. Tá fólk fáa hjálp at handfara órógv, impulsivitet og aðrar avbjóðingar við ADHD, kann tørvurin at leita sær linna í rúsevnum minka. 


Tí eigur óttin fyri misnýtslu av heilivági ikki at forða fyri, at fólk fáa neyðuga og væl skipaða viðgerð. 


Bíðilistin ger heilivágsviðgerðina meira sundurskilda

Her er eisini eitt paradoks í skipanini. Myndugleikarnir vilja trygga útskriving og gott eftirlit við ADHD-heilivági. Eitt nú útskrivar Psykiatriski depilin reseptir út til ein mánað í senn og í størsta mun heilivág, ið ikki kann misnýtast. 


Samstundis uppliva vit í ADHDfelagnum, at langa bíðitíðin trýstir fólk at leita sær privata útgreining og viðgerð uttanlands. Við hesum fylgja eisini reseptir frá útlendskum læknum.

Tá útgreining, reseptútskriving og uppfylging eru býtt millum fleiri veitarar og lond, kann tað gera samlaða yvirlitið og samskipanina torførari. Hetta er ein avleiðing av, at fólk ikki fáa neyðugu hjálpina rættstundis í Føroyum.

Vit vilja, at Psykiatriski depilin fær orku at bjóða øllum við staðfestum ADHD heilivágsuppfylging og reseptútskriving, eisini teimum, sum eru útgreinað privat ella uttanlands. 
Tað skal sjálvandi byggja á nøktandi skjalfesting og eina fakliga meting.

Ein slík skipan hevði givið betri møguleikar fyri regluligari uppfylging og at velja heilivág við atliti at bæði viðgerðarvirknaði og vanda fyri misnýtslu. Hon hevði eisini gjørt ábyrgdina greiðari og økið meira skipað og gjøgnumskygt. Skulu vit hava betri yvirlit og eftirlit, mugu vit gera tað lættari hjá fólki at fáa viðgerð og uppfylging í almenna heilsuverkinum.

Almennu tilmælini eru longu skrivað

Í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022–2028 eru fleiri tilmæli, sum viðvíkja ADHD. 
Tey snúgva seg millum annað um at styrkja kunnleikan um ADHD hjá lærarum og námsfrøðingum, gera tilfar til dagstovnar, skúlar og barnavernd og betra samskipanina av hjálp og viðgerð. Ætlanin viðger eisini bíðitíðir til útgreining og møguleikan fyri tryggari heilivágsútflýggjan, eitt nú við einari heilivágskafé.

ADHDfelagið hevur í fleiri ár víst á tørvin og boðið seg fram til samstarv. Vit eftirlýsa eina greiða støðu og tíðarætlan: Hvørji tilmæli um ADHD eru framd, hvat stendur eftir, og nær verður tað gjørt?

Foreldur skulu fáa vegleiðing, tá tey bera fram sína fyrstu stúran. Starvsfólk skulu hava førleikar at síggja avbjóðingarnar og vita, hvagar tey skulu venda sær. Fólk við bæði ADHD og rúsevnistrupulleikum skulu fáa samskipaða hjálp, har ábyrgdin er greið. Tað er soleiðis, tilmælini kunnu gera mun í gerandisdegnum.

Føroyskar royndir vísa tørvin

Blákrossheimið upplýsti í 2022, at 26% av teimum, sum leitaðu sær viðgerð árið fyri, annaðhvørt høvdu eina ADHD-diagnosu ella fingu hana undir viðgerðini.

Hetta er meira enn fjórði hvør.

Blákrossheimið hevur eisini lýst samstarvið við Psykiatriska depilin um útgreining og viðgerð og víst á, at góð viðgerð fyri ADHD hjá summum kann vera ein fortreyt fyri góðari rúsevnisviðgerð. Hetta arbeiðið eigur at styrkjast. 
Samstarvið millum Psykiatriska depilin, Blákrossheimið og hinar viðgerðarstovnarnar má hava greiðar mannagongdir og neyðuga orku.

Tá illgruni er um ADHD, skal vera ein greið leið til fakliga meting og útgreining. Tá viðgerðin byrjar, skal ábyrgdin fyri henni og uppfylgingini vera greið. Fólk við bæði ADHD og rúsevnistrupulleikum hava tørv á samanhangandi hjálp. Tey skulu ikki sjálv bera ábyrgdina av at fáa ymiskar partar av viðgerðarskipanini at arbeiða saman.

Tíðin frá fyrstu stúran til hjálp má styttast

Skulu vit raðfesta fyribyrging, má og skal útgreiningartíðin styttast hjá bæði børnum og vaksnum. 
Vit mugu hyggja at allari leiðini: frá tí at familjan fær illgruna um ADHD og biður um hjálp, til ávísingin er send, útgreiningin er framd og viðgerðin byrjar. Tíðin á bíðilistanum sigur ikki alla søguna. Familjur kunnu longu hava brúkt langa tíð upp á at fáa stúranina tikna í álvara. 

Tí tørvar okkum skjótari atgongd til útgreining og stuðul, meðan bíðað verður. Hjálp í gerandisdegnum eigur ikki at bíða eftir einari diagnosu.

Í Danmark fingu børn og ung frá 1. januar 2026 ein samlaðan rætt til útgreining og viðgerð í psykiatriini. Í almennari kunning verður hann lýstur við 30 og 60 døgum: Útgreiningin skal byrja innan 30 dagar, og innan 60 dagar skal hon vera liðug og viðgerðin byrjað, um tað er fakliga møguligt. Freistin verður roknað frá ávísingini.

Í Føroyum bíða børn og ung í meðal 730 dagar eftir at sleppa til fyrstu samrøðu í B&U psykiatriini! Hetta eigur at vera íblástur til eina føroyska trygd fyri útgreining og viðgerð.

Vit mugu seta greið mál og tryggja starvsfólk og fígging til at røkka teimum.

Leivur, Jana Maria og fleiri undan teimum hava við sínum frásagnum givið almenna orðaskiftinum persónliga tyngd. Nú mugu vit taka ábyrgdina á okkum og tryggja, at fólk fáa hjálp fyrr.

Rættstundis útgreining skal føra til rættstundis hjálp. Tað er hesa fyribyrgingina, vit vilja hava raðfesta.

Bjørg Dam

Forkvinna í ADHDfelagnum

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti B68

2 minuttir síðan
Tíðindi

Hans Egede kirkja: Fyrilestur við Jákup Reinert Hansen um Gudmund Bruun

2 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað verður ókeypis atgongd á Tórsvølli

26 minuttir síðan
Tíðindi

Partabræva­markn­að­ur­in held­ur ond­ini und­an amerik­anska vali­num

27 minuttir síðan
Tíðindi

Fýra funnin deyð eftir vanlukku á norskum boripalli

57 minuttir síðan
Tíðindi

Flogvanlukka nærindis amerikansku Palm Beach

1 tími síðan
Tíðindi

»Running sushi« við kant­in á før­oyska land­grunni­num?

1 tími síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin skipar telefonráðgeving til dagstovnaøkið

1 tími síðan
Tíðindi

Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 106 milliónum

1 tími síðan
Tíðindi

Fýra før­oysk tón­lista­nøvn seta kós móti Ice­land Air­waves hesa vikuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til AB og trý stig til 07 Vestur

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Riggar gamla vinalagið enn – og hvussu so?

2 tímar síðan