Norska felagið Borr Drilling boðaði hin 25. oktober frá um eina vanlukku á teirra boripalli í afrikanska landinum, Gabon.
Tá varð sagt, at 110 fólk vóru bjargað í øllum góðum av teimum 115 fólkunum, sum vóru á boripallinum.
- Nú eru fýra fólk funnin deyð av teimum, sum vóru saknað, veit Reuters at siga.
Tað var boripallurin, Prospector 5, sum sakk, áðrenn boriarbeiðið yvirhøvur varð komið í gongd, veit tv2.no at siga.