Jóannes Bjartalíð var undir liðini á Eyðuni Klakstein landsliðsvenjara, tá ið landsliðsvenjarin nú fyrrapartin boðaði frá, hvørjir eru úttiknir at vera við í tveimum teimum síðstu dystunum í hesi Nations League kappingini.
Jóannes kom í gjárkvøldið heim úr Kasakstan, har hann spælir fótbólt. Um tvær vikur verður henda Nations League kappingin liðug. Síðsti dysturin verður á heimavølli ímóti Moldova. Hann verður mánadagin 16. november klokkan 15. Á tíðindafundinum boðaði Eyðun Klakstein frá, at FSF hevur gjørt av, at tað verður ókeypis atgongd henda seinnapartin, tá ið punktum verður sett fyri hetta landsliðsárið.
-Vit hava møguleika at vinna næstfremsta plássið í bólkinum. Vit standa okkum væl á heimavølli, og tað er eingin ivi um, at tað hjálpir okkum, tá ið tað er nógv fólk kring vøllin, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Jóannes Bjartalíð sigur seg ikki ivast í, at tað kann fara at hava avgerandi týdning, at talan verður um stóran stuðul frá áskoðarunum:
-Vit hava møguleika at vinna ímóti Moldova á heimavølli og tryggjað okkum næstfremsta plássið, og tað hevur heilt víst stóran týdning, at vit fara at kenna stuðul frá áskoðarunum, sigur Jóannes Bjartalíð.
Sáttmálaskeiðið hjá honum í Kasakstan er liðugt, og tað er greitt, at hann ikki fer at halda fram í Kasakstan.
-Umboðsmaðurin hevur fingurin á pulsinum, og vit arbeiða við møguleikum. Eg ætli mær at halda fram uttanlands, sigur Jóannes Bjartalíð í samrøðu við Heðin Arge í Televarpinum.
Ari Olsen er nýggjur á listanum í hesi Nations League kappingini. Hann er skrásettur fyri at hava verið við í einum landsdysti. Tað var í Baltic Cup í summar, tá ið hann í 1-0 sigrinum ímóti Lettlandi varð skiftur inn fimm minuttir undan leikloki.
Meinhard E. Olsen er aftur á landsliðnum. Nýklakti føroyameistarin hevur ikki verið við seinsatu ferðirnar, men nú er hann komin fyri seg eftir langan skaðasteðg.
Fýra broytingar eru í hópinum sammett við úttøkuna undan teimum fýra dystunum í september og oktober.
Umframt Ara Olsen og Meinhard E. Olsen eru Jákup Biskopstø og Arnbjørn Svensson aftur í hópinum.
