info
Ongi úrslit

Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 106 milliónum

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 128 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi. Tað er nærum seks ferðir so nógv sum sama tíðarskeið í fjør.

Eirikur Lindenskov
2. november 2026 kl. 06:31

Bakkafrost hevur í morgun almannakunngjørt úrslit fyri triðja ársfjórðing 2026 og skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

 Gott avrik í Føroyum, framgongd í Skotlandi og góð marknaðarútlit

 Rakstrarúrslitið  í øðrum ársfjórðingi 2026 fyri alt Bakkafrost samtakið var 128 milliónir krónur, samanborið við 22 milliónir sama ársfjórðing í fjør.

Tøkan í Føroyum var 23.097 tons og 4.537 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 25.392 tons og 5.286 tons sama tíðarskeið í fjør. 

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

“Bakkafrost hevði góða lívfrøðiliga gongd í Føroyum í triðja ársfjórðingi við góðum vøkstri. Fyrstu níggju mánaðirnar í 2026 er tøkan vaksin við 24% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Í ársfjórðinginum er framleiðslukostnaðurin hækkaður 7% fyri hvørt kilo. Lívfrøðiliga og rakstrarliða gongdin er tó góð.

Tað hevur eisini gingið væl við landalingini á smoltstøðunum. Útbygdu støðirnar eru nú komnar væl á lagið og framleiðslan gongur væl. Nýggja smoltstøðin í Skálavík gongur sambært ætlan, rogn eru løgd inn í tveimum umførum við góðum úrsliti higartil. Føroyski lívfiskurin gerst størri og størri grundarlag undir framleiðsluni og er við til at betra alingina í Føroyum, bæði viðvíkjandi framleidni og kappingarføri.

Havsbrún hevði eitt serliga gott úrslit í ársfjórðinginum. Okkara samlaða virðisketa gevur okkum møguleika at mótvirka hækkandi prísum á rávøru til fóður gjøgnum innkeyp og tillaging av fóðursamansetingini, og harvið verja okkara kappingarføri. Við støði í hækkaðu kvotutilmælunum fyri svartkjaft í 2027 vænta vit at taka ímóti størri mongd av fiski til mjøl- og lýsiframleiðsluna, og økja søluna av fiskamjøli til uttanhýsis kundar. Vit vænta harumframt, at fóðurframleiðslan fer at økjast til umleið 185.000 tons.

Í Skotlandi síggja vit nú jalig úrslit av størri smolti, ið vit hava sett á sjógv. Hesin fiskurin vísir munandi betri lívfrøðiliga gongd, bæði viðvíkjandi vøkstri og hevur lægri felli. Fíggjarligu úrslitini í Skotlandi eru tó framvegis ávirkað av lágum tøkunøgdum, lægri miðalvekt og høgum eindarkostnaði. Fyri at minka um lívfrøðiliga váðan hava vit nú avgjørt at steðga við at keypa smolt frá uttanhýsis veitarum og í staðin bert nýta okkara  egnu framleiddu smolt. Hetta ber til tí at nýggja støðin á Applecross nú kann veita nógv størri mongd. Samstundis síggja vit, at framleiðslukostnaðurin í skotsku smoltframleiðsluni minkar skjótt, so hvørt sum framleiðslan á Applecross verður økt og framleiðsluorkan verður betur gagnnýtt. Hetta eru týðandi stig á leiðini móti einum meira støðugum og effektivum alirakstri í Skotlandi.

Hóast útboðið av laksi á heimsmarknaðinum er økt, hevur eftirspurningurin verið sera sterkur. Prísmunurin millum stóran og smærri fisk kom aftur á eitt meira vanligt støði móti endanum av ársfjórðinginum, og vit hava styrkt okkara støðu á amerikanska marknaðinum, sum hevur stóran strategiskan týdning fyri okkum. Við væntaðari minking í heimsútboðnum í fjórða ársfjórðingi og avmarkaðum útboðsvøkstri í 2027 síggja vit útlit fyri betri javnvág á laksamarknaðinum.

Vit halda fast við okkara tøkuætlan fyri 2026 upp á 117.000 tons í Føroyum og Skotlandi tilsamans. Fyri 2027 vænta vit somu mongd úr Føroyum 97.000 tons men hækking til  28.000 tons í Skotlandi, tilsamans 125.000 tons. Okkara høvuðsdentur er framvegis á góða lívfrøðiliga gongd, betri kostnaðareffektivitet og at fremja okkara strategisku ætlanir við skynsemi, soleiðis at vit tryggja burðardyggan vøkstur og virðisskapan til longri sikt.”

Roknskapurin fyri  triðja ársfjórðing 2026 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgmaður í røðu: Eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu

0 minuttir síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri rús­drekka­koyr­ing eft­ir óhapp við Leirvíks­tunnilin

9 minuttir síðan
Fótbóltur

Landsliðs­hóp­ur­in verð­ur kunn­gjørd­ur klokkan 10

1 tími síðan
Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

7 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

7 tímar síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

8 tímar síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

8 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

8 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

9 tímar síðan
Tíðindi

Minningarhald í Klaksvíkar kommuna

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Íløga í framtíðina

9 tímar síðan
Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

10 tímar síðan