Kaffihúsið í Vágsbotni hevur fingið nýggjar eigarar. Leivur Samuelsen og Poul Andrias Ziska hava keypt staðið, sum í nógv ár hevur verið partur av býarlívinum í Havn.
Tað boða teir frá í tíðindaskrivi.
– Vit eru sera spentir upp á hetta. Kaffihúsið hevur eina framúr staðseting í Vágsbotni, har longu nógv góð tiltøk eru alt árið, sum skapa lív í býnum, og vit síggja stórar møguleikar í at vera ein enn størri partur av tí lívinum og virkseminum, sum longu er her, sigur Leivur Samuelsen.
Umframt sjálvt kaffihúsið eru tvey stór fundarhøli, sum verða nýtt til fundir, tiltøk og annað virksemi. Hesum møguleikum ætla nýggju eigararnir at arbeiða víðari við.
– Hugskotini eru nógv og Kaffihúsið er longu eitt gott og væl kent stað, og hevur eitt gott grundarlag. Vit gleða okkum til at fara til verka og arbeiða við at menna virksemið víðari, siga Leivur Samuelsen og Poul Andrias Ziska.
Teir báðir kenna hvønn annan frá samstarvinum um Michelin-matstovuna PAZ. Poul Andrias Ziska er kokkur og eigari av PAZ, meðan Leivur Samuelsen er stjóri og eigari av 62°N Ferðaskrivstovuni og 62°N Hotel umframt sameigari av PAZ.
Við yvirtøkuni sameina teir sostatt royndir úr matstovuvinnu, ferðavinnu og hotellrakstri.
– Vit koma við hvør sínum royndum og førleikum, og tað halda vit, er ein stór styrki. Kaffihúsið hevur longu nógv gott virksemi, og tað fara vit at byggja víðari uppá. Bæði fyri føroyingar, ferðafólk og vinnulívið, siga teir.
Nýggju eigararnir takka eisini undanfarnu eigarunum fyri arbeiðið, sum er lagt í Kaffihúsið gjøgnum árini.
– Tað er týðiligt, at nógv orka og arbeiði er lagt í at skapa eitt gott og vælvirkandi kaffihús. Tað hava vit stóra virðing fyri, og vit gleða okkum til at føra virksemið víðari.