Undirvísingarstýrið skrivar, at tilboðið er úrslit av eini verkætlan, fyri skúlar, dagstovnar og landsmyndugleikar luttóku. Í verkætlanini kom fram, at stórur tørvur er á lættari atgongd til fakliga sparring og vegleiðing í gerandisdegnum. Við nýggju telefonráðgevingini roynir Sernámsdeildin at nøkta tørvin.
Endamálið við opnu telefonráðgevingini er at virka sum eitt fyribyrgjandi átak, soleiðis at starvsfólk á dagstovnaøkinum kunnu venda sær til sernámsfakfólk við spurningum og ivamálum, sum tey møta í arbeiðinum við børnum og ungum. Ráðgevingin tekur støði í ítøkiligum støðum úr gerandisdegnum og gevur fakligan íblástur til møgulig víðari stig. Tilboðið er dulnevnt og fevnir ikki um málsviðgerð ella visitatión.
Faklig ráðgeving verður veitt vikuliga innan talu og samskifti, sálarfrøði og sernámsfrøði, meðan ráðgeving innan tekn til talu og ergoterapi verður veitt einaferð um mánaðin. Opna telefonráðgevingin verður eftirmett og tillagað komandi tíðina.
Við opnu telefonráðgevingini ynskir Sernámsdeildin at styrkja samstarvið við stovnarnar kring landið, og arbeiða fyri, at starvsfólk fáa skjótan og viðkomandi fakligan stuðul, tá ið tørvur er á tí. Málið er at lofta støðum tíðliga og at fyribyrgja, at tørvurin gerst meiri umfatandi.
Opna telefonráðgevingin er tøk hvønn fríggjadag frá kl. 10-12 og hevur telefon nr. 360200
Meira kann lesast um telefonráðgevingina á heimasíðuni hjá Sernám.