Amerilkanskir myndugleikar vita at siga, at níggjiu fólk vóru í einum privatum smáflogfari, sum datt niður nærindis Palm Bech í Florida í gjár, og øll lótu lív í vanlukkuni.
Flogfarið var á veg úr Austin til Bahamas.
Amerikanskir myndugleikar kanna vanlukkuna. Sagt verður, at talan var um eitt flogfar av slagnum, Learjet 60.
Á X, fyrrverandi Twitter, skrivaði amerikanski samferðslumálaráðharrin, Sean Duffy, at øll, sum vóru í flogfarinum, lótu lív, og hann kallar hendingina eina herviliga vanlukku.
Amerikansku loftferðslumyndugleikarnir siga, at flogfarið fór avstað úr altjóða floghavnini, Austin-Bergstrom í Texas.
Flogskipararnir søgdu frá turbulensi og ísing, men hildu, at støðan kundi "hondterast", sum teir málbóru seg.
Men, sum túrurin leið, gjørdist støðan í flogfarinum rættiliga álvarslig, og skiparin hoyrdist siga: "... mayday, mayday, flogfarið dettur 10.000 føtur um minuttin... "
Sambært AFP øktist ferðin á flogfarinum nógv, og flogfarið sveiggjaði ógvusliga, áðrenn tað datt niður.
Flogfarið datt niður á ein ferðsluríkan veg nærindis býnum, Greenacres - bert nakrar metrar frá íbúðarhúsum og nærindis ferðsluni á vegnum.

- Hetta er ein katastrofal vanlukka. Tað sá út, sum ein rakett kom niður gjøgnum luftina, segði guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, við tíðindamiðlar á vanlukkustaðnum.
Sambært ABC News fleyg flogfarið leigutúrar fyri eitt privat felag.