Tað eru ikki bara politikarar og veljarar, sum bíða spentir eftir miðskeiðisvalinum í USA týsdagin. Íleggjarar fylgja eisini væl við, tá fyrstu valúrslitini fara at koma.
Úrslitið kann fáa partabrævakursirnar bæði at hækka og lækka, metir Tine Choi, høvuðsstrategur hjá PFA Pension.
Hon hevur lagt til merkis, at íleggjarar seinastu vikurnar hava selt partabrøv fyri at verja seg móti óvissuni undan valinum. Tað hevur PFA eisini gjørt.
– Fyri einari tíð síðan broyttu vit okkara tilgongd, so partabrøv nú fylla minni enn vanligt í okkara samlaðu íløguogn. Tað komst millum annað av óvissuni undan miðskeiðsvalinum, sigur hon við Ritzau.
Tine Choi væntar, at eitt nøkulunda greitt valúrslit kann fáa partabrøvini at hækka beint eftir valið.
– Tað er rættiliga vanligt, at tá valúrslitið fyriliggur, kemur ein lætti, tí ein óvissa er burtur. So byrja partabrøvini at hækka aftur, sigur hon.
Men tað kann taka bæði dagar og vikur, áðrenn endaliga úrslitið er greitt. Tað kann halda óttanum á marknaðunum við líka.
Sambært Tine Choi stendur senatsvalið á jøvnum í sjey statum. Verður úrslitið sera tætt, kann verða neyðugt at bíða eftir uppteljingini av brævatkvøðunum, og tað kann taka fleiri vikur.
Eisini Philip Jagd, partabrævastjóri hjá Sampension, metir, at partabrøvini helst fara at hækka, tá valúrslitið er greitt.
Hann sær tó ein vanda fyri stórum falli, um demokratarnir vinna bæði Umboðsmannatingið og Senatið, og Donald Trump roynir at broyta úrslitið.
– Tá kann órógv taka seg upp í fleiri statum, og forsetin fer kanska at seta Tjóðarhirðina inn. Tað hevði fingið partabrævamarknaðin at falla nógv, tí íleggjararnir missa álitið á amerikonsku skipanina, metir hann.
Philip Jagd ætlar kortini ikki at selja stórar nøgdir av partabrøvum undan valinum. Hann vísir á, at tá er vandi fyri at missa ágóðan av einari møguligari hækking.
– Eftir mínum tykki er mest sannlíka úrslitið hóast alt, at partabrøvini hækka, tá politiska støðan er greið, sigur hann.
Kelda: Ritzau.