info
Ongi úrslit

Eidesgaard nógvar leysar kanónir á dekkinum

Ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin hevur so nógvar leysar kanónir á dekkinum, at eg dugi illa at síggja, at hon kann halda serliga leingi, heldur politiski viðmerkjarin hjá Sosialinum og Rás2

info
Áki Bertholdsen
29. januar 2008 kl. 14:18
- Eg dugi illa at ímynda mær, at ein samgonga ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldið kann halda serliga leingi
Tað heldur Jógvan Mørkøre, politiskur viðmerkjari hjá Sosialinum.
Hann vísir á, at ein CHE samgonga hevur bara 17 tinglimir í rygginum og tað merkir, at bara ein leypir frá í onkrum máli, er meirilutin fokin.
- Og hesi seinastu valskeiðini hava víst, at báðir teir stóru flokkarnir hava leysar kanónir á dekkinum, sum tað ongin trygd er fyri, at floksformenninir klára at stýra í avgerðandi løtum.
Løgmaður hevur hinvegin víst á, at ein 17 mannasamgonga hevur tað styrki, at tað fer at krevja disiplin av hvørjum einstøkum tinglimi og at tað er ein styrkur
- Men fráboðanin seinastu dagarnar frá Gerhardi Lognberg, sum setti ófrávíkilig krøv til Sandoyartunnilin, áðrenn samráðingarnar byrjaðu og frá Heina O. Heinesen um vinnuligan fiskiskap, benda á, at tað er ongin trygd fyri disiplinini. Tí er hetta eitt sindur vágaligt og kanska enntá eitt sindur bláoygd.
Tí hevði Jógvan Mørkøre sæð fyri sær, at Sjálvstýrisflokkurin kom við í samgonguna sum ein buffari, men tað hevur Løgmaður ikki áhuga í.
Og tað undrar hann og tað undrar hann serliga, at Skálafjarðartunnilin skal viga so tungt, tí tað er ikki eitt mál, sum hevur verið umrøtt í valstríðnum.
Og nettupp spurningurin um Skálafjarðartunnilin kann vera eitt mál, sum fær onkra av teimum leysu kanónunum ganga av. Serliga kann tað vera torført hjá tinglimum við tilknýti til Eysturoy at góðtaka, at pilka verður við ta ætlanina nú og so hevur samgongan longu mist meirilutan.
Tað, sum er frammi nú um Skálafjarðartunnilin, er at nú skal tað vera eitt alment partafelag, sum skal fer hann, so at avkastið kann brúkast til at fíggja aðrar verkætlanir við.
- Løgmaður hevur havt góðar royndir av at hava nakrar tinglimir í meiriluta, so at samgongan hevur eitt fríholt og tí haldi eg at tað er eitt sindur vágaligt at seta álitið á eina samgongu, sum er treytað av, at øll ganga í takt í øllum málum, heldur Jógvan Mørkøre.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Laksurin dregur útflutningin upp – makrelurin nógv niður

1 tími síðan
Ítróttur

KÍ hevur skrivað undir við nýggjan venjara

1 tími síðan
Tíðindi

Sjúkrabilastøðin í Vágum skal mannast við tveimum alt árið

2 tímar síðan
Fótbóltur

U17: EM-undankapping og venjingardystur móti Japan

3 tímar síðan
Tíðindi

Konsert í Funnings kirkju leygardagin

3 tímar síðan
Tíðindi

Kensluborið at siga farvæl eftir hálva øld

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza fær tvífaldan heiður fyri góðu avrikini í september

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava mammografi niður til 45 ella 40 ár

4 tímar síðan
Lýsingagrein

Faroe Sheep í Sandavági selur vørur úr seyðaskinni

5 tímar síðan
Tíðindi

Fyrireikingar til jólini eru í gongd

5 tímar síðan
Tíðindi

Farmaskipið Akranes er handað Smyril Line

6 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava veiðigjaldið at fylgja veruliga fiskaprísinum

6 tímar síðan