info
Ongi úrslit

Vil hava mammografi niður til 45 ella 40 ár

Ruth Vang, løgtingskvinna, vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at víðka aldursbólkin, sum fær bjóðað mammografikanning. Í dag fáa føroyskar kvinnur í aldrinum 50 til 69 ár tilboð um kanning annaðhvørt ár.

Eirikur Lindenskov
16. oktober 2026 kl. 14:59

Í einum skrivligum fyrispurningi til Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, spyr Ruth Vang, um ætlanir eru um at víðka skipanina niður til 45 ár ella møguliga 40 ár.

Hon vil eisini hava at vita, um Sjúkrahúsverkið hevur neyðugu orkuna og tilfeingið til eina slíka broyting, og hvat tað hevði kostað.

Ruth Vang vísir á, at oktober er altjóða bróstkrabbamánaður, og at Krabbameinsfelagið í hesum sambandi varpar ljós á týdningin av arbeiðinum móti bróstkrabba.

Sambært viðmerkingunum til fyrispurningin verður umleið tíggjunda hvør kvinna í Føroyum rakt av bróstkrabba.

Ísland og Svøríki hava víðkað skipanina

Í Føroyum hava kvinnur í aldrinum 50 til 69 ár í nøkur ár fingið bjóðað mammografikanning annaðhvørt ár.

Ruth Vang vísir á, at líknandi skipanir eru í hinum Norðurlondunum, men at Ísland og Svøríki hava víðkað aldursbólkin, so kvinnur í aldrinum 40 til 74 ár fáa tilboð um kanning.

Hon skrivar eisini, at fakfólk ikki eru á einum máli um rætta aldursmarkið, men at vísindaligar kanningar geva ábendingar um, at tað kann geva úrslit at bjóða kanning til kvinnur undir 50 ár.

Spyr um kostnað og tíðarætlan

Ruth Vang spyr landsstýriskvinnuna fýra ítøkiligar spurningar: Um aldursbólkurin skal víðkast, um Sjúkrahúsverkið hevur orkuna til tað, hvat tað hevði kostað, og nær ein møgulig broyting kann verða sett í verk.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lýsingagrein

Faroe Sheep í Sandavági selur vørur úr seyðaskinni

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrireikingar til jólini eru í gongd

1 tími síðan
Tíðindi

Farmaskipið Akranes er handað Smyril Line

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava veiðigjaldið at fylgja veruliga fiskaprísinum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Brutto lønar­hækkan­/pen­­sjóns­hækkan fyri 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

370.000 ukrainar í streymloysi eftir russisk álop

2 tímar síðan
Tíðindi

Lidegaard frí­kend­ur í æru­meið­ing­ar­máli móti Messer­schmidt

3 tímar síðan
Tíðindi

Eyði Horsdal og bólkur spæla í Listastovuni

3 tímar síðan
Annar ítróttur

Small States of Europe Team Championship 2026

3 tímar síðan
Tíðindi

Tjørnuvíkar­tunnil: Borað verður seint í 2027 ella tíð­liga í 2028

3 tímar síðan
Tíðindi

Øll partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni

4 tímar síðan
Tíðindi

Gekk væl at fáa tangabilin uppaftur

4 tímar síðan