Fyrireikingarnar til jólini í Vestmanna eru farnar í gongd, og her kunnu tey avdúka, at nógv spennandi og hugnalig tiltøk vera á skrá, eitt nú jólakonsertir og jólasølur.
- Fleiri tiltøk verða í handlinum hjá John, og sjálvur handilin verður prýddur við alkyns jólaprýði og handilsvørum frá 1950-1960-unum.
Í Vestmnna kommunu vísa tey á, at íbúðin verður innrættað sum ein framsýning, har vitjandi kunnu uppliva, hvussu jólini kundu síggja út tá í tíðini, og kafé verður í Vektarbúðini.
- Fyri fyrstu ferð verður kjallarin eisini tikin í brúk, har ætlanin er at skipa fyri nøkrum jólakonsertum.
Harumframt verður høvið at vitja jólafjós, jólasølur og onnur hugnalig tiltøk, sum felagsskapir í bygdini skipa fyri.
- Vit heita á tey, sum ætla at skipa fyri onkrum tiltaki og vilja fáa tað við í felags jólaskránna, um at boða kommununi frá.
Lagt verður aftrat, at kommunan bjóðar vestmenningum og vitjandi til nakrar hugnaligar jólavikur í Vestmanna.