Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari upp á skrivligan fyrispurning frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um Sjúkaflutningstænastuna í Vágum og kring landið.
Jóhannis Joensen spurdi millum annað, um landsstýriskvinnan kann tryggja, at støð 30 í Vágum verður mannað allar dagar í árinum við tveimum fólkum.
Landsstýriskvinnan sigur, at støðan verður tikin í størsta álvara, og at arbeitt verður fyri, at støðin skjótast gjørligt fær fasta manning við tveimum fólkum alt árið.
Men tað hevur verið trupult at fáa nóg mikið av starvsfólki.
Trot á útbúnum starvsfólki
Ein høvuðsorsøk er sambært svarinum, at Sjúkrahúsverkið manglar útbúgvið sjúkraflutningsfólk.
Í januar 2027 væntast tvey starvsfólk at verða liðug við meritútbúgvingina sum ambulansuviðgerar. Eftir tveir til tríggjar mánaðir kunnu tey arbeiða sjálvstøðugt sum ambulansuviðgerar.
Harumframt eru fýra starvsfólk undir útbúgving til assistentar, og tey kunnu væntandi fara til arbeiðis sum assistentar seinni í 2027.
Sjúkrahúsverkið hevur eisini fleiri fólk á útbúgving bæði í Føroyum og í hinum Norðurlondunum.
Bara tvey búgva í Vágum
Ein onnur orsøk til, at manningin á støð 30 er undir trýsti, er, at bara tvey starvsfólk í Sjúkaflutningstænastuni í løtuni hava bústað í Vágum.
Tí verður eisini hugt eftir, um broytingar kunnu gerast í verandi vaktarskipan.
Landsstýriskvinnan vísir samstundis á, at manningartrupulleikar ikki bara eru í Vágum. Tað kemur fyri kring landið, at Sjúkrahúsverkið má fáa tilkallifólk inn, og at verandi starvsfólk mugu taka eykavaktir, tá sjúka, frítíð og annað ger seg galdandi.
Vil fáa fleiri útbúgvin
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at besta loysnin er at fáa fleiri starvsfólk útbúgvin sum ambulansuviðgerar og assistentar.
Tá tey, sum nú eru undir útbúgving, eru liðug, skal Sjúkrahúsverkið meta um tørvin á enn fleiri starvsfólkum á teimum ymsu sjúkrahúsunum.
Ætlanin er eisini at seta fýra nýggjar lærlingar í 2027 og tveir í 2028. Síðani er ætlanin at taka tveir lærlingar inn árliga.
Sjúkrahúsverkið arbeiðir harumframt við eini langtíðarætlan fyri ambulansutænastuna.