Tað er vandamikið at vera uttandura í Hvalvík og Streymnesi í kvøld.
Tekjan á virkinum HP Jarn á bryggjuni í Hvalvík hevur rivið seg leysa, og ein stórur partur av henni er farin á flog í nógva vindinum.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum á staðnum ávarar fólk um at fara út, tí takplátur flúgva í vindinum.
Óvist er, hvar pláturnar eru farnar, og í myrkrinum er torført at síggja tær.
Løgreglan heitir tí staðiliga á fólk í Hvalvík og Streymnesi um at halda seg innandura.