info
Ongi úrslit

Laksurin dregur útflutningin upp – makrelurin nógv niður

Føroyski fiskavøruútflutningurin er vaksin 13 prosent seinasta árið. Serliga laksur og toskur draga upp, meðan makrelur og fiskamjøl eru farin aftur.

Eirikur Lindenskov
16. oktober 2026 kl. 18:49

Í 12 mánaðarskeiðinum frá september 2025 til august 2026 vórðu fiskavørur útfluttar fyri 13,75 milliardir krónur.

Tað eru knappar 1,6 milliardir krónur meira enn í undanfarna 12 mánaðarskeiðinum, sambært Hagstovu Føroya.

Samlaði vøruútflutningurin var góðar 14,5 milliardir krónur, sum er 1,4 milliardir meira enn árið fyri. Fiskavørurnar standa sostatt fyri nógv tann størsta partinum av føroyska útflutninginum.

Laksurin vaks meira enn eina milliard

Størsti vøksturin er í laksi.

Útflutningsvirðið av laksi fór úr 5,72 milliardum upp í 6,78 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur á góðari 1,05 milliard krónum, ella umleið 18,5 prosent.

Samstundis vaks útflutta nøgdin av laksi við góðum 22.000 tonsum og kom upp á 122.000 tons.

Toskaútflutningurin vaks eisini nógv. Virðið fór upp við góðum 306 milliónum krónum, ella 24 prosentum.

Hýsa vaks 65 prosent í virði og upsi góð 37 prosent.

Makrelurin minkaði nógv

Hinvegin gekk útflutningurin av makreli munandi aftur.

Virðið minkaði við nærum 320 milliónum krónum, úr 1,86 milliardum niður í 1,54 milliardir krónur. Útflutta nøgdin av makreli minkaði samstundis við 43,5 prosentum.

Fiskamjøl hevði eisini stóra afturgongd. Útflutningsvirðið minkaði við nærum 195 milliónum krónum, svarandi til góð 61 prosent.

Hinvegin vaks lodnuútflutningurin nógv frá einum sera lágum støði árið fyri. Virðið fór úr 16 milliónum upp í 236 milliónir krónur.

Kina veksur nógv

ES er framvegis nógv størsti marknaðurin fyri føroyskar fiskavørur.

Útflutningurin til ES vaks við góðari einari milliard krónum og kom upp í 6,9 milliardir krónur.

Serliga Spania og Frakland drógu upp. Útflutningurin til Spania vaks við 360 milliónum krónum og til Fraklands við 230 milliónum.

Men størsti vøksturin uttan fyri Evropa er í Kina.

Útflutningurin til Kina vaks við 511 milliónum krónum. Hagstovan vísir á, at mánaðarligi útflutningurin til Kina er fleirfaldaður síðani 2020 og nú nærkast 110 milliónum krónum í miðal um mánaðin.

Seks lond keypa nú føroyskar fiskavørur fyri meira enn eina milliard krónur um árið: USA, Spania, Kina, Bretland, Danmark og Niðurlond.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Ítróttur

KÍ hevur skrivað undir við nýggjan venjara

1 tími síðan
Tíðindi

Sjúkrabilastøðin í Vágum skal mannast við tveimum alt árið

1 tími síðan
Fótbóltur

U17: EM-undankapping og venjingardystur móti Japan

2 tímar síðan
Tíðindi

Konsert í Funnings kirkju leygardagin

3 tímar síðan
Tíðindi

Kensluborið at siga farvæl eftir hálva øld

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza fær tvífaldan heiður fyri góðu avrikini í september

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava mammografi niður til 45 ella 40 ár

4 tímar síðan
Lýsingagrein

Faroe Sheep í Sandavági selur vørur úr seyðaskinni

5 tímar síðan
Tíðindi

Fyrireikingar til jólini eru í gongd

5 tímar síðan
Tíðindi

Farmaskipið Akranes er handað Smyril Line

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava veiðigjaldið at fylgja veruliga fiskaprísinum

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Brutto lønar­hækkan­/pen­­sjóns­hækkan fyri 2026

6 tímar síðan