Fróði Magnussen hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning um veiðigjaldið.
Í dag verður veiðigjaldið sambært honum ásett sum eitt fast gjald fyri hvørt kilo í rundari vekt. Gjaldið verður roknað út frá miðalprísum í einum undanfarnum 12 mánaða tíðarskeiði og fylgir tí ikki neyvt tí prísinum, sum skipið fær fyri fiskin í einari ávísari landing.
Hetta kann sambært Fróða Magnussen geva trupulleikar, tá fiskaprísurin fellur skjótt.
Hann vísir á, at reiðaríið tá framvegis kann verða noytt at rinda eitt veiðigjald fyri hvørt kilo, sum byggir á eldri og hægri fiskaprísir.
Kann gera tað ólønsamt at loysa
Í viðmerkingunum til fyrispurningin skrivar Fróði Magnussen, at verandi avrokningarháttur kann gera tað ólønsamt at loysa og fiska.
Serliga er hetta ein váði, tá oljuprísurin samstundis er høgur.
Verða skip liggjandi, missir manningin lønarinntøku, og landið kann missa inntøkur frá bæði lønarskatti og veiðigjaldi, vísir hann á.
Fróði Magnussen heldur tí, at gjaldið heldur kundi verið roknað eftir tí prísinum, sum skipið veruliga fær fyri fiskin við hvørja landing.
Gjaldið skuldi fylgt prísinum
Ein slík skipan hevði sambært honum merkt, at veiðigjaldið minkaði, tá fiskaprísurin fellur, og hækkaði aftur, tá fiskaprísurin hækkar.
Er søluprísurin fyri fiskin yvir eitt ávíst støði, kann gjaldið sambært honum rættast, so endaliga søluuppgerðin kemur við í roknistykkið.
Hann heldur, at ein slík skipan hevði tryggjað, at skip halda fram at fiska, og samstundis vart áhugamálini hjá manningunum.
Spyr eisini um skip, sum landa uttanlands
Fróði Magnussen spyr eisini, hvørjar lógarbroytingar og umsitingarligar tillagingar ein slík broyting hevði kravt.
Harumframt spyr hann, hvussu ein skipan skuldi virka fyri skip, sum landa uttanlands, ella har søluprísurin ikki er endaligur, tá landað verður.
At enda vil hann hava at vita, um landsstýrismaðurin er sinnaður at gera eina slíka broyting saman við viðkomandi myndugleikum og vinnuni – og nær arbeiðið í so falli kann byrja.