Ein maður doyði í eini arbeiðsvanlukku hjá Bygma Suðuroy í Vági í gjár.
Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 14.16. Tveir menn vóru á staðnum og arbeiddu við at tryggja tilfar og annað í sambandi við stormin, tá vanlukkan hendi.
Maðurin varð fluttur á sjúkrahús í skundi, men varð staðfestur deyður.
Løgreglan váttar, at vanlukkan hevði samband við nógva vindin. Enn er tó ikki greitt, júst hvat hendi.
Ábendingar eru um, at okkurt kann vera fokið á mannin, men løgreglan kann enn ikki vátta, at tað var hetta, sum hendi.
Málið verður nú kannað nærri, og Arbeiðseftirlitið er boðsent.