Í samrøðu við Sosialin greiðir John Kjær frá teimum 50 árunum á Tjóðskjalasavninum, frá tíðini við pappírsskjølum og gomlum skráum til ein nógv meira talgildan gerandisdag.
Hann greiðir eisini frá teimum broytingunum, sum hann hevur sæð í arbeiðinum, og um, hvussu stórur partur av lívinum eitt slíkt starv verður, tá tú hevur verið á sama staði í hálva øld.
Nú bíðar eitt annað lív, har arbeiðsdagurin ikki longur setur karmarnar.
– Tað er kensluborið og sorgblítt at siga farvæl, tí tað er ein so stórur partur av lívinum, sum nú verður lagdur afturum, sigur John Kjær.
Í Sosialinum í dag kanst tú lesa alla samrøðuna við John Kjær um eitt sjáldsama langt arbeiðslív, stóru broytingarnar á skjalasavninum og tankarnar um at gevast eftir 50 ár.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið við at trýsta her og logga á við haldaranummarinum.
Myndir: Álvur Haraldsen
-
©

