Skráin er á tremur við spennandi tiltøkum. Heystfagnaðurin byrjar av álvara leygardagin. Jógvan í Skorini, borgarstjóri, setur Heystfagnaðin leygardagin klokkan 12.
Heystfagnaðurin líkist sær sjálvum, men hvørt ár er okkurt nýtt á skránni. Í ár verður eitt nú verkstova í at fletta seyðabein. Burturúr skinninum fáast smá smáir klútar, sum eitt nú kunnu gerast til dukkuteppi.
Nógv hava fingið sær til vana at keypa føroyskt framleiddar vørur á Heystfagnaðinum. Havdypp, Kyrra og aðrar fyritøkur hava sølu í Krusapakkhúsið, og har verður matmarknaður eisini.
Í ár verður pláss til enn meira sølu. Søla hevur verið í flakavirkinum Norðís, og í ár hevur Heystfagnaðurin fingið fristaríið á virkinum afturat at selja í. Í niðaru hæddini har framleiðslan á virkinum var, verður stórur loppumarknaður.
Eisini verður søla av heimavirkisvørum, tað er stórur áhugi at selja, fólk koma allastaðni frá, men tey lokalu hava fyrstarætt.
Fyrireikararnir halda at Heystfagnaðurin er passaligur í vavi, men áhugin at vísa fram er stórur, og alsamt fleiri bjóða seg til.
- Fleiri spyrja um høli til listaframsýningar, men tá tað er fult, er tað fult, sigur Alda Magnusardóttir Egilstrøð.
Fleiri kappingar verða á skrá, eitt nú skal størsta eplið finnast.
- Tað gevur meining at gera kappingar burturúr hesum, tí tá gerast børnini meira áhugað at koma við at taka eplir upp.
Í fjør var fyrstu ferð kapping í at finna Føroya størstu bløðru, tá var skotbráið stutt, og tí vóru bara tríggjar uppblástar bløðrur við í kappingini, men í ár vænta tey at fleiri bløðrur koma við.
Eisini verður FM kapping í fletting, og at halda eplasekki, eisini skal Føroya skjótasti at vinda upp hespu finnast.
Nærum øll Eiðisbygd er á sín hátt virkin í Heystfagnaðinum, eisini skúlin og barnagarðurin Korndalsgarður.
Næmingar í Eiðis skúla hava andlitsmáling, og barnagarðurin er væl pyntaður. Hvørt ár hevur barnagarðurin Hjall við einum evni um heystið, og tað er tað nógvur lærdómur í.
Aftur í ár verður tónleikur í neystinum hjá Niels Emil. Bjarki, Filip og Emma úr Hoydølum fara at framføra leygarkvøldið klokkan 19, og klokkan 21, beint eftir finaluna í fletting, fer Annika Hoydal at framføra við bólki.
Tað er Heystfagnaðarnevndin sum skipar fyri Heystfagnaðinum. Tað eru fimm fólk sum manna nevndina.
- Onkuntíð hava vit verið fleiri, men vit sum eru í nevndini hava fingið nógvar royndir.
Heystfagnaðurin hevur verið hildin síðani 2014, og drúgvu royndirnar hjá fyriskiparnunum ger at tað gerst lættari at skipa fyri. Nógv fólk standa aftanfyri leiktjøldini, tey eru nærum ósjónlig, men eru avgerðandi fyri at tiltakið kann haldast.
- Vit hava fingið nógv fólk, sum vit kunnu heita á, og tað lættur um at fólk vilja hjálpa til, og kenna sín leiklut.