Ragnar Danielsen sigur sjálvur soleiðis um nýggja bóklingin, sum hann hevur givið út:
- Heitið ,,Eitt sindur av hvørjum” sipar til, at í bóklinginum eru tekstir, sum spenna yvir fleiri tekstasløg. Vit ferðast í lokalum jørðildi, men tað, sum tekstirnir siga frá, nýtist ikki at vera staðbundið.
Rithøvundurin vísir á, at eingin tekstur einans er bygdur á hugflogið við fiktivum nøvnum og støðum.
- Í tekstunum eru persónar, sum antin liva sítt fríska lív ella liggja væl kjølfestir í minninum á bygdarfólkinum.
Og hann leggur aftrat:
- Vit eru í tí, sum er, og í løtum hoyrist bergmálið frá tí, ið var. Vit gleðast við teimum eydnusomu, og vit gráta við teimum, sum syrgja.
Lívið er vert at liva.
- Og lívsins margfeldi er vert at siga frá, heldur høvundurin, Ragnar Danielsen.
Nýggi bóklingurin, sum er 52 síður, verður at fáa í Stranda Centrum fríggjadagin 16. oktober, og mánadagin 19. oktober verður hann í bókabúðunum.