Ein bilførari varð máldur at koyra 133 kilometrar um tíman á Skálafjarðarvegnum í gjár, har mest loyvda ferðin er 80.
Eftir frádráttin fyri óvissu varð ferðin sett til 129 kilometrar um tíman. Sambært løgregluni hevur hetta treytaða frádøming av koyrikortinum við sær.
Ferðmátingarnar vóru gjørdar millum klokkan 12.30 og 13.30, og tveir aðrir bilførarar fáa klipp í koyrikortið.
Annar varð máldur at koyra 91 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 70. Eftir frádráttin varð ferðin sett til 88 kilometrar um tíman.
Hin varð máldur at koyra 105 kilometrar um tíman á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 80.