info
Ongi úrslit

Eitt gott høvi at kanna sær eyguni hjá EuroEyes í Klaksvík og í Havn

- Vit gleða okkum at koma til Føroya at hitta føroyingar, sum hava trupulleikar við eygunum, og vit vilja fegin hjálpa fólki til eitt lív uttan brillur og kontakslinsur, sigur royndi eygnaskurðlæknin, Jannik Broberg-Ans, sum vísir á, at millum 90 og 95 prosent av teimum, sum hava trupulleikar við eygunum, eru egnað til viðgerð

Vilmund Jacobsen
5. oktober 2026 kl. 10:05

Sunnudagin 18. oktober og mánadagin 19. oktober verður høvi hjá føroyingum at hitta hjúnini, Gøril og Jannik Broberg-Ans. Tey eru bæði royndir eygnaskurðlæknar og hava fleiri ára royndir við at hjálpa fólki við eygnatrupulleikum.

Hjúnini eru partur av fyritøkuni, EuroEyes, sum hevur viðgerðarstøð í Danmark og í øðrum londum, og Jannik er læknaligur leiðari í EuroEyes í Danmark. Hann hevur drúgvar royndir í øllum sløgum av eygnaskurðviðgerðum.

Hjúnini, Gøril og Jannik Broberg-Ans, hava soleiðis í mong ár starvast saman, bæði sum hjún privat, men ikki minst við professionelt og við bestu tøkni at hjálpa fólki við eygnatrupulleikum.

Hjálpararbeiði í menningarlondum

Í mong ár hava hjúnini eisini hjálpt fólki í tilafturkomnum londum við eygunum, og hetta er sjálvboðið arbeiðið um felagsskapin - Red Eyes - sum tey stovnaðu longu fyri meira enn 20 árum síðan.

Í sínari frítíð hava tey ferðast til menningarlond, har tey ókeypis hava viðgjørt fátæk fólk við einfaldari skurðviðgerð, sum ikki krevur so framkomin tól.

Her kann leggjast aftrat, at hjúnini í mai 2023 fingu tað, sum rópt verður “Lægeforeningens Ærespris 2023” - sum viðurkenning fyri teirra serliga og drúgva humanitera arbeiði at hjálpa fólki við eygunum - í ytstu krókum heimsins, sum sagt verður.

EuroEyes hevur trý viðgerðarstøð í Danmark, ávikavist í Keypmannahavn, Aarhus og Aalborg, og haraftrat hevur fyritøkan nøkur støð aftrat til forkanningar og eftirkanningar.

Ókeypis kunningartiltøk í Føroyum

Nú hjúnini skjótt koma heim til Føroya at hjálpa føroyingum - vónandi til eitt lív uttan brillur og kontaktlinsur, sum EuroEyes leggur upp til, hava vit skift orð við roynda eygnaskurðlæknan, Jannik Broberg-Ans.

Hann er sera fryntligur at skifta orð við og sigur, at hann og konan gleða seg til Føroyaferðina, og tey vóna at síggja nógv fólk bæði í Klaksvík og í Havn til upplýsandi tiltøkini.

- Vit gleða okkum til tykkara fantastiska samfelag og flottu náttúru, og vit gleða okkum allar mest til at hitta føroyingar, sum hava trupulleikar við eygunum.

Til stuttleikar nevnir hann, at ætlanin upprunaliga var at hava ókeypis tiltakið í Klaksvík leygardagin, 17. oktober, men eftir at hava skift orð við fólk, sum siga, at hetta er flettingartíð í Føroyum, gjørdu tey av heldur av hava fyrra tiltakið av tveimum í Klaksvík sunnudagin hin 18. oktober og síðan seinna tiltakið í Havn, 19. oktober.

Tiltakið í Klaksvík verður á Hotel KG sunnudagin, 18. oktober frá klokkan 15 til 17, og tiltakið í Havn verður á Hotel Brandan mánadagin, 19. oktober frá klokkan 17 til 19.

Hava viðgjørt fleiri føroyingar

Jannik Broberg-Ans sigur, at EuroEyes í Danmark millum ár og dag hevur viðgjørt og hjálpt nógvum føroyingum við eygunum, men hetta verður so fyrstu ferð, at tey hava eitt ókeypis kunningartiltak í Føroyum.

- Bæði í Klaksvík og í Havn fara vit at greiða frá okkara nútímans laser-og linsuviðgerð, og fólk fáa høvi at koma við øllum hugsandi spurningum í hesum sambandi. Vit fara eisini at geva einstaklingum høvi at hitta okkum, soleiðis at tey kunnu fortelja okkum, hvørjir trupulleikarnir eru.

Jannik sigur, at tað er ein stór avgerð at fáa sjónina rættaða, og tað er umráðandi, at fólk sleppa at tosa um hetta, sum kann gerast vegurin til eitt nýtt lív - uttan linsur ella brillur.

- Tað er sera týdningarmikið, at tú kennur teg tryggan, áðrenn tú tekur støðu. Velur tú at fáa eina forkanning, soleiðis at neyvari meting kann gerast um trupulleikan, verður kanningin í Danmark.

Eygnaskurðlæknin sigur, at koma fólk til forkanning í Danmark, og tað vísir seg, meðan tey eru í Danmark, at tað er eitt gott hugskot við einari laser-ella linsuviðgerð, kunnu fólk úr Føroyum - um tey ynskja tað - fáa eina ókeypis gisting frá EuroEyes í Danmark.

90-95 prosent kunnu viðgerast

- Vit vilja veita eina trygga og greiða viðgerðartilgongd, og vit fylgja tær allan vegin - bæði fyri og eftir viðgerðina, sigur hann.

At enda sigur eygnaskurðlæknin, at umleið 90-95 prosent av teimum, sum hava trupulleikar við eygunum, eru egnað til viðgerð, sum kann gera eyguni betri, soleiðis at tú sleppur av við linsur ella brillur.

- Vanligt er, at tú eftir eina eygnaviðgerð kanst koyra bil longu dagin eftir, sigur Jannik Broberg-Ans.

Hjúnini, Gøril og Jannik Broberg-Ans, vóna at hitta nógvar føroyingar á Føroyaferðini, sum tey kunnu hjálpa til eitt betri lív - uttan brillur og kontaktlinsur.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Skála ÍF hevur eina lítla favorittstøðu - hóast útivøll

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Veddingarfyritøkurnar hella til ein heimasigur til AB

6 tímar síðan
Fótbóltur

EM-undankapping: U17-landsliðið misti sigurin í yvirtíðini

6 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ vann sjeynda sigurin á rað

7 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 20 mál

7 tímar síðan
Tíðindi

USA góðkennir sølu av Patriot-rakettum til Ukraina

8 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli er valdur á liðið fyri 6. umfar

8 tímar síðan
Tíðindi

Beinir ónøgdur við drálið um javnbjóðis luttøku

8 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen: Hvør er mín rødd?

9 tímar síðan
Tíðindi

Grønland um­hugs­ar sína lut­tøku í norð­ur­lendska sam­starvi­num

12 tímar síðan
Tíðindi

Foreldrabólkur fyri foreldur at børnum, sum eru fødd ov tíðliga

12 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: Small States of Europe Team Championship í badminton

13 tímar síðan